Lurta
Nýggjar bíbliuumsetingar til allar jarðabúgvar
10.06.2022

“Hvør einasta bíbliuumseting fer at nerta og broyta hin einstaka, húski og staðbundin samfeløg ,” sigur bíbliuaðalskrivarin, Michael Perreau.


Hóast korunueyðkennini, eisini í 2021, gjørdi um seg, gjørdist árið eitt megnarár, tað bíbliuumsetingini viðvíkur: 90 tungumál, 794 milliónir menniskju, fingu nýggjar bíbliuumsetingar – ið er nakað omanfyri 10% av heimsins íbúgvum.


11 milliónir menniskju - á 48 ymiskum tungumálum fingu á fyrsta sinni ognað sær eina bíbliuumseting á teirra egna máli. Nýggjar ella endurskoðaðar umsetingar vórðu liðugtgjørdar á fleiri enn 43 tungumálum, ið tosað verður av 783 milliónum. “Hvør einasta nýggja bíbliuumseting fer at nerta og broyta lív hins einstaka, húski og staðbundnu fjøldina,” sigur ovastin, Michael Perreau.


“Vit eru sera takksom fyri teir umsetarar, ið hava halgað ár av teirra lívi at gera Bíbliuna tøka og veitt samfeløgum hana. Mangir umsetarar virka og arbeiða undir sera trongum umstøðum. Vit eru gevarum um allan heimin ógvuliga takksamir, hvørs felagsskapur hava gjørt tað gjørligt hjá milliónum av menniskjum at fáa atgongd og vón at ognast troyst og uggan, sum Guds orð gevur í hesum trongu og ótryggu tíðum.”


Sorgin í gleðini


Í 2021 kom øll Bíblian á fyrsta sinni á trimum móðirmálum; eitt teirra var khualsim, eitt mál, ið tosað verður av 7.000 fólkum í Myanmar. Bíblian í november mánaði sýnd á netinum aftaná mangar trupulleikar, 18 mánaðir seinkað vegna COVID-19 og statskvetti í landinum.

 

Umsetarar vóru Bernard Luai Hre, doktari, og sonur hansara, presturin, Van Ceu Aung, ið eisini hevði hjálpt við umsetingini; men doyði ein syndarligan deyða av COCID-19, beint undan liðugtgeringini.

 

Aðalskrivarin í Bíbliufelagnum í Myanmar, presturin, Khoi Lam Than, segði, tá Bíblian var liðug: “Bernhard, doktari, prógvaði við lívi sínum, at himmal og jørð ganga undir, men Guds orð verður um ævir.”


Í 2021 fekk santali-fólkið í Bangladesj eina nýggja bíbliuumseting á teirra egna máli. Beint undan jólum hátíðarhildu hundraðtals santaler, ið búgva á fjartliggjandi støðum í útnyrðingspartinum av Bangladesj, nýggju umsetingina við dansi, songi og bønarhaldi. Hóast 89% av íbúgvunum í Bangladesj eru muslimar, eru flestu av teimum 225.000, ið tosa santalskt, kristin.


Myndatekstur: Fyrsta santali-bíblian kom á einum fjartliggjandi øki í útnyrðingspartinum av Bangladesj í desember 2021.


Kelda: Danska Bíbliufelagið
H.D. Joensen

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen