Lurta
Skriftin og skriftirnar
19.06.2022

Jesus og ápostlarnir umtala mangar ferðir Gamla Testamenti sum Skriftin.

 

Hetta grundstøði er undranarvert av tveimum grundum; lutvíst tí mugu vit halda, at hetta var fyri áhoyrarunum greitt framborið og standa tí í bundnum sniði, greitt endurgivin, og at orðið tí stendur í eintali.


Gamla Testamenti er sett saman av eini røð av skriftum, í okkara Bíbliu, 39; men fleirstaðni í Nýggja Testamenti verða hesi mongu skrift umtalað sum, Skriftin.


Tað merkir, at Gamla Testamenti fyri Jesusi, ápostlunum og áhoyrarum, var ein óreingilig eintýdd avmarkað heild og gevur tí meining at umtala øll hesi einstøku skrift sum eitt ávíst skrift, nevniliga, Skriftin.


Henda umtala av Gamla Testamenti ber yvirskipað prógv um, at Gamla Testamenti í síni heild fyri Jesusi og ápostlanna samtíð, ikki kundi vikast.


H.D. Joensen, umsetti

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen