Lurta
Hungra eftir Guds orði
26.07.2022

Trífalt í Usbekistan!

 

Í tíðarskeiðinum 2019 til 2021 øktist talið av bíbliuútbýtingum, Nýggja Testamentum og bíbliupørtum í Usbekistan, úr 6.000 til 16.000.

 

Sambært almennu hagtølunum, eru minni enn 350.000 kristin í landinum, og bíbliufelagið er einasti felagsskapurin, ið loyvi hevur at býta út og selja Guds orð.

 

“Tað er stórur tosti eftir Guds orði í Usbekistan,” sigur Alexander Kim, leiðarin hjá bíbliufelagnum í Usbekistan.

 

Tvífalt tal av Bíblium býttar út í Irak!

 

Minni enn 1% av íbúgvunum í Irak eru kristin; men hóast kristin møta stórum mótráki, so er talið av bíbliuútbýtingum tvífaldað frá 2020 til 2021.


Flóttafólk venda aftur til býir sum t.d. Quarakosh, eftir at IS tók til rýmingar haðani. Kirkjunum er tí stórur tørvur á Bíblium.

 

Ein stórur hópur av fólki vilja verða kristin og finna Jesus!

 

“Gud ger undur fólkanna millum,” sigur leiðarin hjá bíbliufelagnum í Irak, og heldur fram: “Kirkjurnar fyllast, og í 2021 vórðu mong doypt í syðra partinum av Irak. Vit vita eisini um fleiri húskirkjur har.

 

Hóast atsóknir og jagstrarnir, eru tað mong, ið taka ímóti Jesusi sum harra og frelsara.”

 

Fýrafalding í Laos!

 

Tað eru umleið 200.000 kristin í Laos, flestu av hinum íbúgvunum í landinum eru buddhistar.


í 2021 vórðu 34.000 Bíbliur, Nýggja Testamenti og bíbliupartar býtt út.

 

Hetta er ein fýrafalding samanborið við 2020.

 

“Mong fátæk trúgvandi, fáa atgongd at Guds orði, og á tann hátt, møguleikan at verða kunnað í Guds orði,” sigur Pairanya Sahassawas, leiðarin, hjá bíbliufelagnum í Laos.

 

H.D. Joensen, umsetti.

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen