Lurta
Bíbliufelagið í Glyvra kirkju sunnudagin
19.11.2022

Sunnudagin 20. novembur kl. 11.00 verður ein øðrvísi gudstænasta í Glyvra kirkju.


Tað verður Føroyska Bíbliufelagið ið kemur at mynda gudstænastuna.


Jógvan Fríðriksson, biskupur og forseti í Bíbliufelagnum prædikar og Bergur D. Joensen, prestur og formaður í Bíbliufelagnum hevur altartænastuna.

 

Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, kunnar um virki og ætlanir hjá Bíbliufelagnum og høvið verður at hitta stýrið fyri Bíbliufelagið eftir gudstænastuna.

  

 

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, við umboðum úr flestu kirkjum og samkomum í Føroyum. Endamálið er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna.


Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum.

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum síðani 1961.

 

Arbeitt verður eisini við at endurskoða Nýgga Sáttmálan, ið er gerandismálsútgáva av nýggja testamenti.


Sum nakað heilt nýtt, er Spírar, ið ger talgilt barnartilfar á føroyskum, nú eisini partur av Bíbliufelagnum. Her er nógv spennandi í gerð, so øll føroysk børn, kunna síggja gott føroyskt tilfar á netinum.


Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuútgávu í øðrum londum, so hesi kunna lesa Bíbliuna á sínum egna máli. Stuðul verður m.a. veittur til sjónvarpsrásina Sat 7, ið ger kristiligar og útbúgvandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænastuna!

 

 

Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:


1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar, forlagsvirksemi og bókasølu eftir ynski,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.