Bíbliutýðingar settu nýtt met í 2014
12.07.2015

Í Nigeria fegnaðust fólk, at Bíblian er týdd til málið bura.

Hóast ebola og yvirgang framdan av Boko Haram fingu kristin í Nigeria og Liberia fyri fyrstu ferð Bíbliur á teirra móðurmáli í 2014. Nógv bendir á, at hetta verður tað hægsta talið av nýggjum bíbliutýðingum í eitt ár.

 

Ikki færri enn 1,3 milliardir fólk kring knøttin fingu í 2014 møguleika at lesa Bíbliuna á teirra egna móðurmáli takkað verði bíbliufeløgunum. Av hesum vóru 1,2 milliardir kinverjar og 146 milliónir, sum tala 50 onnur mál. Tað sæst av “Frágreiðing um atgongd til lesnað í sambandi við ella um Bíbliuna á heimsstøði 2014”, sum varð gjørd almannakunnug av Teimum sameindu bíbliufeløgunum, United Bible Societies, síðst í apríl, og sambært frágreiðingini verður hildið, at hetta er met fyri talið av bíbliutýðingum givnum út eftir einum ári.

 

Boko Haram leyp á bíbliutýðarar í Nigeria

Í Nigeria gav Bíbliufelagið út fýra nýggjar bíbliutýðingar, hóast tann stríðsfúsi, islamiski bólkurin Boko Haram framdi fleiri deyðilig álop enn nakrantíð áður.

 

Ein av hesum Bíblium, sum vóru nýliga týddar, var Burabíblian, ið var liðug í desember. Tað eydnaðist at fullfíggja týðingina, hóast Boko Haram framdi eitt bumbuálop í september á ta skrivstovuna, har bíbliutýðingin fór fram. Skrivarin í týðingarnevndini læt lív, og fleiri enn tjúgu onnur kristin lógu eftirá av álopinum.

 

Fyri allar tær fýra nigeriansku Bíbliurnar er at siga, at hetta var fyrstu ferð, at tær vóru týddar, og at tær hava givið 2,1 milliónum nigerianarum møguleika at lesa alla Bíbliuna á móðurmálinum fyri fyrstu ferð.

 

Hølini hjá Bíbliufelagnum í býnum Shaffa ( í Nigeria), tá ið militsin ella herflokkurin hjá Boko Haram hevði framt yvirgang um heystið 2014. Bíbliutýðarar í Asia, Miðeystri og Afrika verða jagstraðir og forfylgdir av víðgongdum bólkum og ofta forðaðir av mynduleikunum í nógvum londum.

 

Boko Haram er ein stríðsfúsur islamiskur flokkur ella harkalið í Nigeria. Militsin gjørdist kend um allan heim, tá ið 300 gentur vóru burturfluttar í apríl 2014. Bara nakrar fáar eru komnar afturíaftur. Bólkurin hevur sum mál at seta Sharia-lógirnar aftur í gildi. Høvuðsmaðurin Abubakar Shekau brúkar somu framferð sum Osama bin Laden.

 

Regin av Steinum, týddi.