Lurta
Ongantíð hoyrt um Miskunnsama samáriubúgvan
25.07.2015

Hann hevur ongantíð hoyrt søguna um Miskunnsama samáriubúgvan. Ikki fyrr enn í dag, á skeiðinum, ið hevði heitið: “Hvar er Miskunnsami samáriubúgvin í dag?”

 

Mulugeta er fjøruti ára gamal. Hann hevur verið hivpositivur í tíggju ár, men takkað verði nýggja heilivágnum, er hann komin undan aids vandanum.

 

Undir bólkaarbeiðinum hava vit eygleitt hann. Hann hevur gjølla savnað tankar sínar um evnið, ið hevur verið viðgjørt og luttikið virkin í øllum. Vit seta honum spurningar um skeiðið og spyrja hann, hvat honum dámar skeiðið?

 

- Fyri tíggju árum síðan var stórur munur gjørdur á teimum hivpositivu. Men á hesum skeiðinum bar prátið brá av góðsku og umsorgan, ið gagnaði øllum.

- Her fær ein hug at læra onnur um hiv spurningin – og hvussu ein á frægasta hátt kann liva eitt virðiligt lív við hiv-virus.

 

Mulugeta hevur ikki bara hiv; hann hevur eisini tuberklar. Hetta er ein alt meira vanligari kombinatión. Mong hivpositiv hava lætt við at fáa tuberklar. Og kombinatiónin av hesum báðum sjúkum er ógvuliga vandamikil hjá tí sjúka og fyri kroppin, ótolandi, ið bera má tvær sjúkur samstundis.

 

- Mær var givin heilivágur móti tuberklum, men hann hevði als ongan ávirkan havt, sigur Mulugeta.

- Tí testaði lækni mín meg fyri hivsjúkuna, og testin segði, at eg var positivur. Hetta var mær ein stórur skelkur!

 

Mulugeta er vaksin upp innan eina ortodoksa kirkju. Men spyrja vit hann, um hann hevur hoyrt søguna um miskunnsama samáriubúgvan, so sigur hann, at tað hevur hann ikki.

- Eg havi ongantíð hoyrt um mannin fyrr enn í dag.

- Mær dámar hana avbera væl! Hon gevur mær sjálvum hug at gerast ein góður samáriubúgvi, har eg búgvi.

 

Mulugeta eigur onga Bíbliu. Fasil, ið her umboðar bíbliufelagið, nikkar og sigur, at skeiðsluttakararnir skulu fáa honum fatur á einari og lata hann fáa hana til ognar, tí við tað, at hann nú kennir henda tekstin og søguna, so fer hann óivað hug at halda fram at lesa meir:

 

- Nú verði eg innspireraður at læra meir úr Bíbliuni!

 

Myndatekstur: - Eg havi ongantíð hoyrt søguna um Miskunnsama samáriubúgvan áður. Hon fær meg at gerast ein góður samáriubúgvi, har eg búgvi, sigur Mulugeta. (Mynd: Hans J. Sagrusten)


Henry D. Joensen, týddi.