Lurta
Bíblian avloysir Maos Lítlu Reyðu
10.09.2015

Kirkjuleiðarar tosa um, at vit í Kina eru vitni til kanska sterkasta kirkjuvøkstur í øllum heiminum síðan apostlatíðina. Bert eitthvørt avgerandi restar í.


Hvønn dag koma fleiri túsund menniskju til trúgv í Kina. Fagnaðurin og gleðin um Bíbliuna er ómetaligur. Tað er bert ein trupulleiki: kinesarum mangla bíbliur.

 

Bíblian avloysir Maos Lítlu Reyðu
Í 1970’unum undir mentanarkollveltingini varð Maos Lítla Reyða ein av heimsins mest prentaðu bókum, 800 milliónur eintøk vórðu prentað, tí allir kinesarar vóru noyddir at lesa í henni. Samstundis varð Bíblian ognartikin av myndugleikunum, og tey kristnu illa viðfarin og fongslað. Tað hevur broytt seg týðiliga. Í dag meta milliónir av kinesarum Bíbliuna sum heimsins týdningarmestu bók. Og myndugleikarnir lata Bíbliuna festa røtur – hóast trúarfrælsið framvegis er undir trýsti.

 

Nýggj trúgvandi hava eitt felags ynski – at fáa teirra egnu bíbliu. Veruleikin er framvegis, at kristin í Kina vanliga mugu skiftast um nakrar fáar bíbliur. Hóast Kina reint fíggjarliga hevur øgiliga framgongd, er ómetaligur fátækradómur í bygdaløgunum. Tørvurin á andaligum virðum er vaksandi.

 

Ein gáva til Kina

Allar bíbliur verða prentaðar á bíbliuprentsmiðjuni í Nanjing – Tað er í sjálvum sær eitt undur, at heimsins størsta bíbliuprentsmiðja nú er Kina. Við hjálp frá bíbliuprentsmiðjuni í Nanjing hava vit prentað meir enn 60 milliónir bíbliur á kinesiskum. Tað kundi havt verið uppaftur fleiri – tí tørvurin er ómetaligur, vit kunnu bara ikki fylgja við. Peningur vantar í til pappírið.

 

Tað er sostatt støðan: Vit hava loyvi at prenta; vit hava prentmaskinurnar til reiðar at prenta 75 bíbliur í minuttin. Fleiri enn 70 útbýtingarmiðstøðir eru til reiðar at senda bíbliurnar út til meinigheitirnar, tá tær koma av prentsmiðjuni.

Tað er einki annað stað í heiminum, har okkara gávupeningur verður til fleiri bíbliur. Kostnaðurin er minni enn 10 kr fyri pappír til eina bíbliu. Hvussu mongum bíblium kanst tú stuðla?

Vilt tú geva Kina bíbliur?

Tygum kunnu flyta pening á hesar kontur:

BankNordik konta nr. 6460 382 873 7
Eik Banka konta nr. 9181 380 777 2
Norðoya Sparikassa konta nr. 9865 992 646 6
Suðuroyar Sparikassa konta nr. 9870 992 061 8

Merkið flytingina “Bíbliur til Kina”