Horvna bíblia mín, var sum at missa part av sær sjálvum
06.11.2015

Steen Skovsgaard, biskupur, yvir Lolland-Falsters Stift, lesur hvønn dag tvær síður úr Bíbliuni; og Bók Bókanna ger hann ófarnan hvørja ferð.

 

Henrik Christiansen, fyrrverandi biskupur, hevði hesa áminning: Les hvønn dag tvær síður - og tú kemur ígjøgnum alla Bíbliuna eftir trimum árum.
Hesum ráði fylgdi Steen Skovsgaard. Hetta hevur í mong ár verið fasti morgunvani mín. Lesi í løtuni í Aðru Mósebók.

 

“Móses og Áron koma til Farao. Eg hevði heilt gloymt, at har veruliga er ein heilur kapittul – ein sokallaður millumleikur – undan teimum 10 plágunum. Á henda hátt berst mær fyri viðhvørt, at gerast bilsin, hóast eg havi lisið Bíbliuna mangar ferðir,” sigur hann.

 

Steen Skovsgaard hevur alt síðan 2005 verið biskupur yvir Lolland-falster og hevur áður verið bæði sóknarprestur og próstur. Harumframt fingist við at kanna munin millum Islam og kristindóm, m.a. verið formaður fyri ”Kristent Informations- og Videncenter om Islam og Kristendom”.

 

Bókin um Jónas loðar uppivið
Steen Skovsgaard hugsar gerandisdagin um bíbliutekstin, hann lesur um morgunin. Nøkur bíbliustøð hava fyri biskupin ein serstakan týdning, og sigur:
“Jónasbók stendur fyri mær sum eitt serstakt spennandi handrit, ið sigur mær eitt sindur um, hvat tað merkir at vera kristin. At vera staddur á djúpum vatni og tó vita seg umgirdan av einum mátti, ið ber og heldur einum uppi.”

 

Eitt annað bíbliuvers, biskupinum dámar væl, eru Sálmarnir í GT, serstakliga Sálm 34, vers 19, har tað stendur:
“Nær er Harrin teimum staddur, ið hava sundurbrotið hjarta, frelsa vil hann tey, ið hava sundursprongdan anda.”

“Hetta er eitt vers ið sigur, at Gud er nær og kanska serliga nær við eitt sundurbrotið hjarta og ein sundursprongdan anda. Hetta er ein Guds nærvera, ið serstakliga í máttloysinum ger vart við seg. Hetta vers er gott at geva viðari einum, ið staddur er í einari pínufullari støðu. Á henda hátt er kristindómurin ikki ein spurningur um onga líðing at kenna,” sigur Steen Skovsgaard.

 

Biskupurin leitar sjálvur í Bíbliuni, um angist og mótloysi koma.
“Viðhvørt upplivi eg, at eitt bíbliuorð talar beinleiðis til mín. Á tann hátt kann Bíblian oysa eitt ómetaligt ríkidømi av ugga, friði og gleði, sum hald er í – sum ikki eru grunn og lættisoppakend..”

 

Jóhannesar Opinbering er mikil og heldur torgreidd
Hóast Steen Skovsgaard hevur Bibliuna tætt at lívinum, so er har ikki alt, sum er lætt at skilja. Biskupurin heldur seg ongantíð til fulnar fara at skilja dýpdirnar í hesi bók:
“Havi ofta hugsað at fara til fyrilestrar ella lesa nakað meira um Opinberingina, tí eg meti, har er nakað, ið fer mær aftur við borðinum, um ein ikki treingir seg fram at fá meiri vitan um okkara gátufulla alheim.”

 

Ein stolin Bíblia
Steen Skovsgaard misti fyri tveimum árum síðan ta Bíbliuna, ið hevði fylgt honum alt síðan 1992. Onkur hevði brotið inn í hansara bil. Ein taska, har Bíblian lá í, varð stolin.

“Hetta kendist, sum hevði eg mist nakað av mær sjálvum. Men nú eri eg í ferð við at læra meg at fara undir at brúka eina nýggja Bíbliu.

 

Henry D. Joensen, týddi