Metár fyri bíbliuútgávur
09.11.2015

2014 gjørdist eitt metár fyri bíbliuútgávur kring heimin. Bíbliufeløgini góvu slakar 34 milliónir bíbliur út í fjør. Hetta er ein vøkstur uppá seks prosent í mun til í 2013, og heili 14 prosent fleiri enn í 2010, skrivar dagen.no.

Tilsamans vórðu 428,2 milliónir bíbilsk rit givin út í 2014. Í hesum talinum eru heilar bíbliur, testamenti og bíbliupartar, og er hetta ein vøkstur uppá ávíkavist sjey og 17 prosent í mun til 2013 og 2010.

Serliga stórur er vøksturin í Latínamerika. Fleiri tíggjutals milliónir latínamerikanarar eru farnir úr rómverks-katólsku kirkjuni og eru farnir uppí karismatiskar kirkjur seinastu 10 árini.

84 prosent av vaksnum latínamerikanarum eru uppvaksnir sum katolikkar, men bara 69 prosent eru vorðnir verandi í katólsku kirkjuni, sambært eini kanning hjá Pew Research Center frá 2014.

– Brasil er tað land í heiminum, har flest bíbliur verða útgivnar. Útgávan er størri enn bæði í Kina og India, sum annars eru á teimum næstu plássunum, sigur Bernt G. Olsen frá norska bíbliufelagnum.

Hann vísir eisini á arbeiðið, sum verður gjørt fyri at útvega eina millión bíbliur til Kuba.

Tann protestantisk-karismatiska vekingin er sterk á allari sunnaru hálvu, og tí er áhugin fyri Bíbliuni so stórur har.

– Meðan kommunistisku stjórnirnar fyrr hava forðað fyri útbreiðslu av Bíbliuni, er hetta í dag so at siga bara galdandi fyri Norðurkorea og partvís í Landsynningsasia. Í islamiska heiminum er tað nógv truplari. Har mugu vit fara vísiliga fram, men tá vit geva bíbliur út har, eru tær ætlaðar kristnu íbúgvunum, sigur Bernt G. Olsen.

Hann vísir á at bíbliufeløgini arbeiða í 70 londum, har kirkjurnar eru fyri mótstøðu og forfylging.

 

Kelda: trubodin.fo