Lurta
Hol var í handritinum
26.06.2019

Granskararnir løgdu til brots at kanna ein ávísan bókstav, men so sást, at hol var í handritinum júst har!

 

Viðhvørt kann ein bókstavur hava stóran týdning. Soleiðis er tað við Rómverjabrævinum 5,1, har Paulus skrivar: “Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi.”


Nógvum dámar væl hesi orðini, tí tey so týðiliga siga, at hann, sum trýr á Jesus, hevur frið við Guð.


Men í nógvum gomlum handritum av Rómverjabrævinum er orðið “vit hava” skrivað við einum longum og opnum ”á” ljóði (á griskum: omega) í staðin fyri eitt stutt “o” (á griskum: o). Men við stuttum “o” skal orðið verða lisið “ekjomen”, sum merkir “vit hava”. Men við longum “á” skal orðið verða lisið “ekjámen”, sum merkir “lat okkum hava”. Nú kemur brádliga ein heilt onnur meining fram: í staðin fyri eina staðfesting av at vit hava frið við Guð, verður tað til eina áheitan: Lat okkum hava frið við Guð. Og tað er ikki tað sama.


Tá so eitt gamalt handrit var funnið í Egyptalandi í 1950 við Rómverjabrævinum 5,1, skundaðu granskararnir sær alt fyri eitt at kanna tað. Handritið var bara eitt lítið petti av blaðsíðu úr Rómverjabrævinum. Tað var tíðarfest til fyrru helvt av 200-talinum. Ongantíð áður høvdu granskararnir havt eitt so gamalt handrit við Rómverjabrævinum 5,1 framman fyri sær, og nú var spennandi at vita, um hetta gamla handritið hevði langt ella stutt o?


Og júst har var hol í handritinum! Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu snópnir granskararnir munnu hava verið. Á myndini síggja vit holið í endanum á sjeyndu reglu.


Nú fór eitt nýtt kanningararbeiði í gongd. Tveir bókstavir vóru farnir í holið: Eitt “kj”, sum líkist einum x, og tað nógv umtalaða o-ið. Teir skriftkønu settu sær sjálvum tí hendan spurning : Er pláss fyri bæði einum “kj” og einum longum “á” í hasum lítla holinum? Tað bar ikki til. Har kundi bara hava staðið eitt “kj” og eitt stutt “o”.


Tað er altso líkt til, at hetta gamla handritið hevur havt orðið “ekjomen”. Tann elsti og besti teksturin í Rómverjabrævinum 5,1 er tí eftir øllum sannlíkindum tann, sum stendur í bíbil okkara: “…hava vit tí frið við Guð”


Týtt hevur: Regin av Steinum.