Lurta
Bíblian setur nýggj met
17.11.2015

Ongantíð fyrr hevur Bíblian verið kend so víða sum nú! Útbreiðslan av bíblium tók í fjør øll met á tí økinum, er boðskapurin frá Sameindu bíbliufeløgunum.

 

Arbeiðið við útbreiðsluni av Bíbliuni hevur tey seinastu árini staðið í einum støðugum vøkstri sambært eini árligari frágreiðing viðvíkjandi útbreiðsluni, sum hvørt bíbliufelag í Sameindu bíbliufeløgunum stuðla fíggjarliga. Í 2014 vóru um alla verðina seld og býtt út 428,2 milliónir rit, bóklingar og bøkur, og av hesum vóru 33, 9 milliónir bíbliur. Tað er nýtt met.

 

Gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar

Í Brasil vóru býttar út ella seldar fleiri bíbliur í 2014 enn í nøkrum øðrum landi í heiminum.

 

Bíbliufelagið í Brasil nýtir hóskandi høvi at býta út ella selja bíbliur, tá ið okkurt serligt er á vási, t.d. tá ið heimsmeistarakappingin í fótbólti var í fjør. Ta ferðina vórðu fýra milliónir bíbliur latnar ókeypis til kirkjur í býunum, har dystirnir vórðu leiktir.

 

Í Evropa og Miðeystri vórðu í 2014 seldar ella latnar næstan tvær milliónir bíbliur. Kristindómurin er í menning í londum sum t.d. Ukraina og Sýria, hóast ræðulig eljustríð hótta við at syndra londini. Í Sýria búgva framvegis nógv kristin, hóast tey altíð kunnu rokna við forfylgingum. Har er útbreiðslan av bíblium fimmfaldað, síðan ófriðurin byrjaði í 2010.

 

Arbeiðið at fáa Bíbliuna út so víða í londum, har ófriður gongur á, er eitt av høvuðsmálunum í virkseminum hjá bíbliufeløgunum. Bæði í støðum har kristindómurin stendur í vøkstri og eisini har, menniskju fyri fyrstu ferð fáa

 

Bíbliuna á sínum egna máli

Bíblian er yndisbókin fram um allar aðrar. Tað er ein vaksandi og støðugur eftirspurningur í øllum heimsins londum eftir søgunnar mest eftirspurdu bók.

 

Samanborið við tær kendastu bøkurnar í heimsbókmentunum fáa Charles Dickens og J.R.R. Tolkien ávikavist annað- og triðjaplássið eftir Bíbliuna við sínum verkum um A Tale of two Cities frá 1859 og Ringanna Harra frá 1954.

 

Samanborið við 2014 vórðu í 2010 tilsamans seld og býtt út 29,8 milliónir bíbliur og 366,7 milliónir annað prentað bíbilsk tilfar. Vøksturin er 14 prosent.


Útbreiðslan av bíblium

Arbeiðið at breiða Bíbliuna út er størst í Suður- og Norðuramerika við 14,3 milliónum bíblium. Á øðrum- og triðjaplássi koma Afrika og Asia, har tey seldu og býttu út ávikavist 10,2 og 7,3 milliónir bíbliur í 2014.

 

Føroyska Bíbliufelagið samstarvar við Sameindu bíbliufeløgini - UBS, sum fevnir um 146 bíbliufeløg um allan heimin. Bíbliufelagið gevur Bíbliuna út umframt bíbilsk tilfar og virkar fyri at breiða út kunnleikan til Bíbliuna bæði í Føroyum og øllum heiminum annars.

 

Regin av Steinum, týddi.