Heri Kjærbo: Týdningurin, Bíblian hevur fyri meg
19.11.2015

Bíblian er Guds opinbering av sær, sannleikanum og sínum vilja. Men hon er eisini opinbering um meg og okkum menniskju. Bíblian lýsir veruleikan og sannleikan, og tí kenni eg Bíbliuna sum eina lykt í myrkrinum. Í myrkrinum síggi eg einki, men har ljósið skínur, har síggi eg. Soleiðis kenni eg Guds orð í mínum lívi. Guds orð kastar ljós á tað, sum er veruligt, og tað ljósið gevur mær vón, gleði og frið, at hóast myrkur er, so nýtist mær ikki at óttast, tí Guds orð avdúkar tað.

 

Bíblian hevur eisini sum tað allarbesta opinberað mær ein veg aftur til mín skapara. Bíblian vísur mær, at Jesus Kristus er vegurin, sannleikin og lívið. Hetta havi eg sett mítt álit á, og gjøgnum Bíbliulesnað havi eg fingið royndir við, at hetta er so. Tí er Bíblian við til at geva mær ein klett at standa á í hesum, til tíðir, sera ótrygga lívi og ikki minst fyri tí ókenda fyri mær, tað er, at doyggja. Bíblian hevur tí sera stóran týdning og uttan hana hevði eg gingið í myrkrinum enn.

 

Eg minnist bíbliuna hjá mammu gjøgnum míni barnaár. Men eg varð fyrst so sera glaður og stoltur, tá eg av eini av mostur míni fekk fyrstu Bíbliuna í konfirmatiónsgávu. Hetta var stórt fyri meg, og eg minnist, at av henni kendi eg meg vaksnan. Men fyrst nøkur ár seinni, at eg fór at leita eftir hjálp í henni og fann Jesus gjøgnum lesnaðin.

 

Síðani hevur Bíblian verið mín føði til lív. Eg havi havt nógv ymiskar bíbliur síðani ta fyrstu. Eisini á ymiskum máli. Tað hevur verið stórt at síggja, hvussu Guds orð finst á so nógvum málum og, hvussu Gud leitar fólkasløgini upp og við sínum orði vitnar hann um sín egna son, Jesus Kristus. Hetta hevur verið stórt at sæð, at Gud sjálvur rekur sína missión at leita tann glataða upp, og so talar hann til tann deyða og glataða, og við sínum orði livandiger deyð menniskju.

 

Tað, sum er serliga stórt fyri mær í Bíbliuni, er Sálmur 73, har Asef skrivar um, hvussu strævið hann hevur havt tað at síggja øll menniskju í heiminum hava tað so lætt og gott, hóast tey liva eitt lív uttan Gud. Men so sær hann endalykt teirra og kemur til niðurstøðuna, at tað einasta, Asef gleðist um, er, at hansara góða er at vera Gudi nær, til Harrans hann setti sína lít til tess at boða frá øllum verkum Guds. Hetta er so kært fyri mær, tí eg havi somu uppliving!

 

Eg kundi hugsað mær at granskað Ápostlasøguna og brøvini nærri fyri at sæð, hvussu tey fyrstu kristnu livdu sítt dagliga lív, og gjøgnum sítt arbeiði dyrkaðu Gud og náddu fleiri menniskju við gleðiboðunum um Guds ríki. Síggja, hvussu Guds ríki kemur víðari gjøgnum vanligar Jesu Krists lærusveinar, har tey arbeiða og liva sítt lív fyri Gudi.

 

Heri Kjærbo