Bíbliulesiætlan fyri 2015-16 er komin út
24.11.2015

Gott amboð at skipa tín bíbliulestur.

Í tí skundmikla gerandisdegnum kann tað vera trupult at fáa lisið so nógv í Bíbliuni, sum ein gjarna vildi. Um tær tørvar eitt amboð til at skipa tín bíbliulestur, er Bíbliulesiætlanin nakað fyri teg.

 

Hvat er Bíbliulesiætlanin?

Bíbliulesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum. Endamálið við Lesiætlanini er at opna og breiða tekstir úr Bíbliuni út.


Hvussu dámar tær best at lesa Bíbliuna?

Bíblian kann lesast á ymsan hátt. Summi lesa einsamøll, onnur saman við øðrum. Summi lesa Bíbliuna frá byrjan til enda, onnur lesa i samband við sína kirkjugongd/møti. Og so eru tað tey, ið lesa meira um Bíbliuna enn í henni. Í øllum førum kann bíbliulestur seta tankar í gongd og upp á pláss. Og tað kann

vera ein kelda til íblástur bæði í tungum og góðum døgum.

 

Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Bíbliufelagnum á tlf. 597777 ella t-posti: aj@biblia.fo

 

Bíbliulesiætlanin kann eisini lesast og takast niður her.

 

Prísur til kirkjur/samkomur/missiónshús o.o. er kr.10,00 pr. stk.

---


Soleiðis skrivar Bergur D. Joensen, formaður í Bíbliufelagnum, í fororðinum til Bíbliulesiætlanina:

 

Lívið er ein ferð...
Les í Bíbliuni


H. C. Andersen er m.a. kendur fyri at siga:”At ferðast er at liva.”

Føroyingum, haldi eg, dáma væl at samanbera lívið við eina ferð. Ein ferð er ein ferð, hvørt hon er á landi ella sjógvi, og hon hevur eina byrjan og ein enda. Gott er at kenna sítt upphav og at vita, hvagar ein ætlar sær. Men fyri tað mesta er tað dagurin og tímin, vit hugsa um. Og øll hava vit nógv at hugsa um - bæði við og ímóti. Tá er tað gott við einum orðið at kveikja og áminna og troysta.

 

Bíblian ber okkum orð úr Guds verð inn á okkara ferð. Tað er ikki altíð so, at vit siga: “Hatta vóru júst orð til mín!” Men mangan kunnu vit siga: “Í hesi støðu míni komi eg at hugsa um eitt orð, eg havi lisið ella hoyrt.” Orðið er nevniliga livandi, og tað er signað - av Gudi sjálvum.

 

Guds orð, er “ein lykt fyri fóti mínum”, lesa vit í Gamla Testamenti, og “eitt ljós á gøtu míni”. (Sálmur 119,105).

 

Eg trúgvi, at tað menniskja, sum lesur í Bíbliuni við opnum sinni og við bøn um at skilja hennara boðskap, kemur at uppliva, at henda bók ikki bara inniheldur orð, men serlig orð. Og tað kennist, sum tað er ein hjá mær, tá ið eg lesi, ella tá ið ein annar lesur fyri mær... Ein og hvør kann royna, um tað er so.

 

Bíbliulesiætlanin í ár er sera áhugaverd, tí um tú tey næstu árini fylgir ætlanini, kemur tú ígjøgnum Bíbliuna eftir 4 árum. Av sonnum ein spennandi ferð!

 

Henda bíbliulesiætlanin byrjar við Markus-Evangliinum, og ígjøgnum árið kemur tú ígjøgnum m.a. 1 Mósebók, Jesaja profet og 1 Pætursbræv. Leygardag er teksturin úr Sálmunum, og sunnudag lesa vit evangeliið-tekstin, sum nýttir verða í Fólkakirkjuni, og sum í ár fevnir um 2. tekstarøð.

 

Góða ferð saman við Skapara, Frelsara og Hjálpara okkara
– Faðiri, Syni og Heilagum Anda!