Hjørleif Poulsen: Hetta hevur Bíblian at týða fyri meg
27.11.2015

Frammúr hugtakandi
Sum smádrongur var eg hugtikin av bíbliunisøgunum, sum ein lærdi í skúlanum, har Gud brúkti menn sum Ábraham, Móses, Dávid og Dánial bara fyri at nevna nakrar fáar, menn, sum stóðu fastir í trúnni og álitinum á Gud, soleiðis at hann fekk framt sín vilja og sína ætlan við teimum. Og søgurnar um Jesus vóru framúr hjartanemandi, allat tær góðgerðir og øll tey undur, sum hann gjørdi. Hesar søgurnar vóru tá fyri meg bæði veruleiki og ævintýr, men tær gloppaðu kortini einari hurð inn í eina guddómliga verð, har Gud handlaði gjøgnum menniskju til at fremja sín vilja og at sýna sín mátt, og tær festu eina glaða barnatrúgv í hjartað.

Seinni gjørdist mær greitt, at hesar søgur als ikki vóru ævintýr, men skærur veruleiki, sum menniskju ikki kundu skilja men einans trúgva.

Maðurin eftir Guds hjarta
Mangan munnu teir bíbilsku persónarnir, profetar, lærusveinar og onnur, hava haft tungar, daprar løtur, men eisini ljósar og gleðiligar. Hóast feilir og føll, so eyðmýktu teir seg í angur, og Gud kundi reisa teir aftur og brúka teir í síni tænastu. Fyri at taka fram Dávid kong, so var tað gjøgnum angur og fyrigeving, at hann kundi verða kallaður: maðurin eftir Guds hjarta. Hann hevur fest mangt rannsakandi og uppbyggjandi á blað. Bøn hansara í Sl. 139,23-24 er ein av teimum mongu glógvandi perlunum í Bíbliuni.
Paulus var ein svorin fíggindi av Kristusi og teimum kristnu, men tá ið Jesus fekk vent honum um, so var eingin so íðin sum hann at bera gleðiboðskapin út, og hann kom til tað niðurstøðu, at lív hansara var Kristus og deyðin ein vinningur. Fil.1,21

Undir sálarfíggindans álopi

Til konfirmatiónina fekk eg eitt Nýggja Terstamenti, har Viderø prestur hevur skrivað: “Latið tykkum í øll herklæði Guds, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins!” Ef. 6.11. Hesi orð søgdu mær ikki so nógv tá, eg visti neyvan, hvønn týdning tey høvdu, men síðani hava tey talað til mín aftur og aftur saman við tí samanhangi, tey standa í. Tí Bíblian dylur ikki fyri, at vit alla tíðina eru undir sálarfíggindans álopi fyri at fáa trúnna og álitið á Jesus at vikna. Tá er tað eisini gott at hava í huganum, at Jesus hevur fingið alt valdið í himni og á jørð, og Hann hevur lovað at vera við okkum allar dagar alt til veraldar enda. Matt. 28,18;20b

Jesus er dyrnar
Bíblian er ikki bara ein bók, sum ein lesur og leggur frá sær. Men hon er ein bók, sum hin trúgvandi kristni lesur í aftur og aftur alt lívið. Hon er føði fyri tað andaliga lívið, og hon styrkir trúnna á Jesus og heldur hana við líka. Gud vakti upp menn at tala sítt orð og at festa tað á blað. Og vit hava mong orð, sum Jesus sjálvur segði, meðan hann gekk her á fold. Tað er eingin annar átrúnaður til, har gudurin ofrar seg sjálvan fyri at bjarga menniskjum. Men tað gjørdi okkara Gud, og tað er eina við trúgv á Jesus Kristus og hansara fullgjørda verk á Golgata, at vit koma heim ein dag. Hann er dyrnar inn í Guds Ríki - tær einastu dyrnar.

Tað er ein góður siður hvønn dag at seta tíð av til at lesa í Bíbliuni. Og hartil er eisini nógvur góður uppbygjandi andaligur lesnaður knýttur at Bíbliuni.

 

Hjørleif Poulsen