Bíblian lisin í einum høggi
09.12.2015

Bíblian er vorðin týdningarmikil bók hjá mongum ukreinbúgva. Kirkjugongdin er týðiliga vaksin síðan kreppuna, og eftirspurningurin eftir Bíblium er í nógvum kirkjum týðiliga vaksin.

Í hesi kreppuraktu støðu verða mangir trúarligir og lívsavgerandi spurningar settir nógvar ferðir meiri enn áður. Flóttafólk í túsundatali leita sær skýli í kirkjum, har tey í bólkum skifta orð um Bíbliunnar boðskap til troystar og sálarhjálpar.


Las Bíbliuna í einum høggi

Í høvuðsstaðnum, Kiev, hitti Bíbliufelagið Alexander. Hann var handilsmaður í Donetsk, áðrenn kríggið:

“Tá eg hoyrdi fyrsta skotið nærindis íbúð mínari, fekk eg mær Bíbliuna í hond og las hana frá byrjan og til enda. Eg hevði ongantíð áður lisið hana so gjølla,“ sigur hann.

Hann flýddi til Kiev, men kundi einki arbeiði finna. Hann kom í eina kirkju, ið nýliga var sett á stovn. Hon var stovnsett av einum prestapari, ið høvdu eina baptistkirkju í Donetsk. Her savnast hann saman við landsmonnum og kvinnum, ið á sama hátt vórðu noydd at flýggja. Nøkur eru rík, onnur fátæk.


“Vit koma úr øllum møguligum kristnum felagsskapum. Vit sameinast í trúgv á sama livandi Gud og saman lesa Bíbliuna í lesibólkum. Hevði eg ikki átt eina Bíbliu í Donetsk, og um Gud ikki var ein veruleiki, var eg langt síðan deyður. Hesum eri eg sannførdur um. Har doyðu ein mongd av fólki.”


Trupulleikarnir verða lagdir á Gud

Sinaita lesur úr Bíbliuni fyri manni sínum hvønn dag. Hann hevur vánaliga heilsu, og søgurnar savna og ugga tey bæði.

Eitt orðfelli haðani sigur, “at um tú hevur nógvar trupulleikar, loys so ein trupulleika í senn!” Hetta hjálpti einki mær. Trupulleikarnir gjørdist alsamt størri. Nú lati eg teir í hendurnar á Gudi og líti á hann,” sigur Sinaita, ið helt 70-ára føðingardag sín sum flótti í einari kirkju, nakað uttanfyri Kiev, har hon nú býr.

 

Myndatekstur: Alexander var ein vanligur, alment mentaður kristin handilsmaður í Donetsk; men tá ið kríggið brast á, tók hann Bíbliu sína og las hana í einum høggi. (Mynd: Dag Smemo)

 

Eftir: Synne Garff

Henry D. Joensen, umsetti