Bíblian - á skjótt 3000 tungumálum
17.12.2015

At umseta Bíbliuna til onnur nýggj tungumál gongur støðugt framá. Skjótt er talið av Bíbliupørtum skrivaðar á 3000 tungumálum. Leita og finn nýggjastu tølini her!

 

Yvirlitið í oktober mánaði 2015 vísir, at 2932 tungumál nú hava fingið minst eina av Bíbliunnar bókum á teirra egna tungumáli. Øll Bíblian er týdd á 554 tungumálum; hetta merkir, at 23 nýggj tungumál hava fingið alla Bíbliuna týdda seinasta árið. 1333 onnur tungumál eiga alt NýggjaTestamenti á teirra egna tungumáli.

 

Nógvar nýggjar umsetingar

Í løtuni verður arbeitt við 2267 bíbliuumsetingum í øllum heiminum. Meira enn 100 ymiskir felagsskapir arbeiða av fullum huga við teimum 2267 umsetingunum. Av hesum er Wycliffs týðarapartur 1768, ella umleið 78% og Sameindu bíbliufelagsskapirnir við umleið 450, ið eisini taka sær av prenting av bíbliupørtum og syrgja fyri útbreiðslu at hesum.

 

Tølini fyri 2014 vísa, at bíbliufelagsskapir í 2014 góvu út 33,9 milliónir bíbliur gjøgnum sameindu bíbliufelagsskapirnar. 6% meir enn í 2013 og 14% meir enn í 2010.

 

Stórur tørvur

Tað eru umleið 7000 tungumál í heiminum. Nøkur teirra eru við at doyggja út og nýtast tí onga bíbliutýðing. Av øðrum málbólkum er málið, ið tosað verður tvímælt og nýta tí líka so fegnir aðra bíbliutýðing, hóast tað frammanundan er ein Bíblia.

 

Tað er ein megnar uppgáva, hetta gevur, áðrenn Bíblian er týdd til tað tungumál, ið er øllum til vildar: Tað er í dag tørvur á at fara undir eitt týðingararbeiði til 1778 tungumál. 165 milliónir menniskju eru bundin at hesum týðingum fyri at kunna lesa Guds orð á einum máli, tey skilja.

 

Sum skjótleikin tykist í løtuni, verður mett, at týðingararbeiðið til øll hesi 1778 tungumálini byrja áðrenn 2038. Hetta merkir, at málið er sett innan eina ávísa tíðarætlan. Tøkk fyri stuðul tygara til hesa veldugu ætlan gjøgnum bíbliufelagið. Til ber at stuðla her.

 

Myndatekstur: Tað er í dag stórur tørvur á at fáa stovnsett eitt týðingararbeiði til 1778 tungumál. 165 milliónir hava tørv hesum týðingum fyri at kunna lesa Guds orð á einum tungumáli, tey skilja.

 

Henry D. Joensen, umsetti