Lurta
Les í Bíbliuni
20.12.2015

H. C. Andersen er m.a. kendur fyri at siga: ”At ferðast er at liva.” Føroyingum, haldi eg, dáma væl at samanbera lívið við eina ferð. Ein ferð er ein ferð, hvørt hon er á landi ella sjógv i, og hon hevur eina byrjan og ein enda. Gott er at kenna sítt upphav og at vita, hvagar ein ætlar sær. Men fyri tað mesta er tað dagurin og tímin, vit hugsa um. Og øll hava vit nógv at hugsa um - bæði við og ímóti. Tá er tað gott við einum orðið at kveikja og áminna og troysta.

 

Bíblian ber okkum orð úr Guds verð inn á okkara ferð. Tað er ikki altíð so, at vit siga: “Hatta vóru júst orð til mín!” Men mangan kunnu vit siga: “Í hesi støðu míni komi eg at hugsa um eitt orð, eg havi lisið ella hoyrt.” Orðið er nevniliga livandi, og tað er signað - av Gudi sjálvum.

 

Guds orð, er “ein lykt fyri fóti mínum”, lesa v it í Gamla Testamenti, og “eitt ljós á gøtu míni”. (Sálmur 119,105).

 

Eg trúgvi, at tað menniskja, sum lesur í Bíbliuni við opnum sinni og við bøn um at skilja hennara boðskap, kemur at uppliva, at henda bók ikki bara inniheldur orð, men serlig orð. Og tað kennist, sum tað er ein hjá mær, tá ið eg lesi, ella tá ið ein annar lesur fyri mær... Ein og hvør kann royna, um tað er so.

 

Bíbliulesiætlanin í ár er sera áhugaverd, tí um tú tey næstu árini fylgir ætlanini, kemur tú ígjøgnum Bíbliuna eftir 4 árum. Av sonnum ein spennandi ferð!

 

Henda bíbliulesiæt lanin byrjar við Markus-Evangliinum, og ígjøgnum árið kemur tú ígjøgnum m.a. 1 Mósebók, Jesaja profet og 1 Pætursbræv. Leygardag er teksturin úr Sálmunum, og sunnudag lesa vit evangeliið-tekstin, sum nýttir verða í Fólkakirkjuni, og sum í ár fevnir um 2. tekstarøð.

 

Góða ferð saman við Skapara, Frelsara og Hjálpara okkara

– Faðiri, Syni og Heilagum Anda!

 

Bergur D. Joensen,
formaður

 

Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Bíbliufelagnum á tlf. 597777 ella t-posti: aj@biblia.fo

 

Bíbliulesiætlanin kann eisini lesast og takast niður her.

 

Prísur til kirkjur/samkomur/missiónshús o.o. er kr.10,00 pr. stk.