Bíbliufelagið ynskir Gleðilig Jól
22.12.2015

2015 hevur verið eitt ár, har neyðin hevur verið stór í heiminum. Kríggj, yvirgangur, hóttanir, náttúruvanlukkur og flóttafólk í túsundatali floyma til Evropa at finna sær friðskjól.

 

Neyðin er stór úti í heimi, og øll hjálp er kærkomin. Sameindu Bíbliufeløgini, har 147 lond eru limir, royna eftir førimuni at hjálpa bæði til likams og sálar. Umframt at býta út túsundtals Bíbliur, verður eisini veitt hesum fólkum ein hjálpandi hond.


Her heima er støðan øðrvísi. Tey flestu hava nóg mikið, men ikki øll. Hesum eiga vit eisini at hjálpa við kærleiksgerningum.

 

Eisini Jósef og Maria máttu flýggja frá húsi og heimi undan drápshóttan Heródesar. Men Heródes visti ikki, at Gud var størri enn hann, og at tað, sum hendi við Jesusbarninum í Betlehem, var avgjørt langt frammanundan.

 

Ímyndin av Jósefi og Mariu við Jesusbarninum í føvninginum hevur givið íblástur til túsundtals málningar hjá listafólkum um allan knøttin. Jósef heldur um Mariu, og Maria heldur nýfødda barninum trygt í føvninginum. Kærleiki og umsorgan eyðkennir myndina.

 

Gud er kærleiki! Hann elskar síni børn og hevur umsorgan fyri teimum. Gleðiboðskapurin er kærleiki! Jólaboðskapurin, "eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið" (Luk 2, 10), er kærleiki - Guds ævigi kærleiki!

 

Øll Bíblian, frá byrjan til endan, er um Guds kærleika til mannaættina. Ein kærleiki, ið vit hava trupult at skilja og taka ímóti.

 

Nú hetta árið er um at verða liðið, eru kanska mong, ið stúra og óttast fyri tí, ið koma skal. Lívið er jú ikki bara "ein dansur á rósum". Jólini minna okkum á, at mitt í øllum strevi og stríði, stúran og ótta, eigur at vera rúm fyri Kristi í tilhaldshúsi okkara. Og at vit geva av gleðini og øllum tí góða, ið vit sjálv hava fingið, til onnur her heima og úti í heimi.

 

Høvuðsendamálið hjá Bíbliufelagnum er at fáa Guds orð út til øll í landi okkara og út í onnur lond. Tú kanst stuðla Bíbliufelagnum við at lata eina munagóða jólagávu til arbeiði okkara við at flyta pening á niðanfyri standandi konti:

 

BankNordik 6460-382.873.7

Eik Banki 9181-380.777.2

Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6

Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

 

Minst til at viðmerkja: Jólagáva 2015. Hjartans tøkk fyri stuðulin!

 

At enda vilja vit ynskja tær og tínum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Takk fyri tann stuðul og álit, tú vísir okkum í Bíbliufelagnum.

 

Bergur D. Joensen                                                              Ásbjørn Jacobsen

       formaður                                                                             aðalskrivari