Tey bæði Testamentini
05.01.2016

Tann kristna Bíblian er sett saman av tveimum heilt ymiskum pørtum, Gamla og Nýggja Testamenti. Gamla Testamenti fyllir næstan tríggjar fjórðingar av Bíbliuni, sum er skrivað á hebraiskum (og ein minni partur á aramáiskum) og fevnir um 39 skriftir, sum í innihaldi røkka frá skapan heimsins til øldirnar fyri Jesu føðing. Tað, sum stendur um Kristus í Gamla Testamenti, er sostatt vón, væntan og lyftir um tann Messias, sum skal koma.

 

Gamla Testamenti er halgiskrift hjá jødum og var einasta halgiskrift hjá teimum fyrstu kristnu.

 

Nýggja Testamenti er skrivað á grikskum og fevnir um 27 skriftir, sum eru vorðnar til í fyrstu kristnu tíðini. Nýggja Testamenti er miðsavnað um Jesu lív, deyða og uppreisn og um týdningin av hesum hendingum fyri heimin og fyri lív og trúgv hjá teimum kristnu.

 

Orðið ‘testamenti’ er latín fyri ‘sáttmála’ ella ‘avtalu’. Gamla Testamenti hevur sín kjarna í tí sáttmála, sum varð gjørdur millum Gud og hansara útvalda fólk í Sinai, tá ísraelsfólk undir Mósesi vórðu fríað út úr Egyptalandi. Frásøgnin um útfríanina er at finna í 2 Mósebók.

 

Men longu profeturin Jeremia ger kunnugt, at Harrin vil gera nýggjan sáttmála í staðin fyri tann gamla, sum varð brotin (Jeremia kapittul 31,31-34). Spádómur Jeremiasar verður tikin fram fleiri staðni í teimum kristnu skriftunum, har sagt verður frá, at tann nýggi sáttmálin við Kristusi er settur í gildi og givin menniskjum av Gudi. Tað týdningarmesta staðið í Nýggja Testamenti, har hesin tankin verður framborin, eru innsetingarorðini til altargongd: ”Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í mínum blóði” (1 Kor 11,25).

 

‘Nýggja Testamenti’ merkir skriftirnar í tí nýggja sáttmálanum, og tær eru leiðreglur (kanon) fyri trúnna. Tann kristna fatanin av Bíbliunnar báðu pørtum ber í sær, at bøkurnar í gamla sáttmálanum verða lisnar og mettar út frá tí nýggja sáttmálanum.

 

Úr bíbliulesiætlanini 2015-16.