Tey fýra evangeliini
11.01.2016

Bíbliunnar 66 skriftir eru í ymiskum bólkum, sum sínámillum líkjast hvør øðrum.

Tær fimm Mósebøkurnar, sum byrja Gamla Testamenti, eru ein bólkur, Paulusar brøv ein annar og tær 16 profetisku bøkurnar ein triði bólkur.

Í tí kristnu kirkjuni er eingin ivi um, at savnið av teimum fýra evangeliunum, sum standa fremst í Nýggja Testamenti, er ein av týdningarmestu tekstabólkunum. Evangeliini hava navn eftir Matteusi, Markusi, Lukasi og Jóhannesi, og tað, sum fyrst og fremst bindur tey saman er, at tey hvørt á sín hátt siga frá Jesu lívi og gerningi.

 

Markusevangeliið er tað stytsta av teimum fýra evangeliunum. Tað byrjar við at siga frá, at Jesus verður doyptur av Jóhannesi doypara í ánni Jordan, og tað endar páskamorgun og við stuttum innliti í tíðina aftaná. Markusevangeliið er valt út at vera tann fyrsta av Bíbliunnar skriftum, sum verður lisin í Bíbliulesiætlanini fyri 2015-16.

 

Jóhannesevangeliið fevnir, eins og Markusevangeliið, um frásagnir um Jesu lív frá dópi til uppreisn. Evangeliið byrjar tó við eini fortalu um Jesu lív og virki heilt frá skapanini.

 

Matteusevangeliið og Lukasevangeliið eru felags um at byrja teirra frásagnir av Jesu lívi, deyða og uppreisn við hansara gitnaði, føðing og barndómi. Tað er tí í fyrstu kapitlunum í hesum báðum evangeliunum, at vit finna jólaevangeliið og frásøgnina um teir vísu menninar. Sum heild eru Matteus- og Lukasevangeliini meira nágreinilig í teirra frásagnum um Jesus og tí heldur drúgvari enn hini bæði evangeliini.

 

Orðið ‘evangelium’ er frá fyrstu tíð vorðið bundið at hesum skriftligu frásagnum um Jesus – sum eisini er at síggja í allarfyrsta ørindi í Markusevangeliinum. ‘Evangelium’ er grikskt og merkir ‘góð t íðindi’ og er tað orðið, sum tey allarfyrstu kristnu brúktu um teirra munnligu kristniboðan. Tað er sostatt í grundini bert eitt evangelium, nevniliga Kristus-boðanin.

 

Úr bíbliulesiætlanini 2015-16.