Gud svaraði bønum móður mínar
23.01.2016

Í mong ár hevur móðir biðið fyri mær. Eg kenni í mær, at Gud er trúfastur og svarar bønum hennar í hesi løtu, sigur Dánjal. Bíbliuteksturin um burturfarna sonin, ið kom heim aftur, broytti lív hansara.

 

Endurmenningardepulin í Nazaret fyri rúsevnismisnýtarar nær Drohobych, var rikið av Caritas. Staðið er ein niðurløgd rakettstøð frá kalda krígnum. Eftir fáum árum eru toftirnar, ið liggja fjaldar inni í vøkru furuskógini, nú gjørdar um til eitt satt paradís. Eitt paradís, ja, týðiliga í mótsetning til tað rúsevnisheljarkvøl, ið búfólkið har komu frá.

 

Dánjal, 25 ár, føddur í Lviv. Vaks upp hjá múgvandi fólkum. Hesi sendu hann til Kief í læru; men honum dámdi heldur at gerast raptónleikari. Rapptónleikur er prátingarsamur skemtitónleikur. Í øllum spæliklubbum, hann vitjaði og spældi, varð hvørja ferð byrjað við rúsevni og øðrum rúseituri.

 

Nú er hann á fimta sinni á endurmenninningardeplinum. Hann metti seg vera lidnan við alt rúseitur; men byrjaði tó aftur av nýggjum.

 

Hann leyg fyri foreldrum sínum, at hann skuldi í kirkju, men fór tó ikki.

 

Eg opnaði Bíbliu mína og kom niður á tekstin um burturfarna sonin, sum kom heim aftur í faðirhúsið (Lukas 15,11-32). Tá gjørdi eg av at venda heim aftur. Eg bað foreldur míni hjálpa mær at byrja av nýggjum.

 

Mamma hevur trúliga biðið fyri mær í mong ár. Eg kenni á mær, at Gud er trúfastur og hevur svarað bønum móður mínar. Hetta, at eg aftur eri heima, er tí, at móðir hevur støðugt biðið fyri mær.

 

Líkskapurin millum meg og sonin, sum vendi heimaftur, er stórur. Eg kom aftur við stórari skuld, dýrgoldna fartelefon burtur og við sárum eftir bardøgum. Varð tikin ímóti. Alt fyrigivið. Havi enn fingið ein nýggjan møguleika.

 

Bíblian er mær vorðin dýrabar, serstakliga Sálmur 51, har Dávid biður um miskunn og náði.

 

Takki Bíbliufelagnum fyri stóra arbeiðið, tit gera. Tað er bæði mær og mongum at gagni.

 

Vit møttu Sergai (30) sitandi á einum bonki nærindis einum furutræi .

“Fyrstu ferð eg las í Bíbliuni, var her,” sigur hann.

 

Bíbliufelagið hevði latið Deplinum Bíbliur. Av sonnum ein dýrgripur.

 

Bíbliuna hevði eg ikki kunnað lisið, var hon ikki her á bókasavninum, sigur Sergai brosandi.

 

Tey, ið arbeiða her søgdu mær, at eg kundi fara undir at lesa. Tú kanst sjálvur velja tær eitt stað at byrja. Les bara ikki ov skjótt! Gev tær góðar stundir at lesa og ikki ov nógv á gangin! Eg byrjaði á miðjuni. Havi lisið fyri tað mesta í Sálmunum og í Orðtøkunum. Orðini siga mær nógv um meg sjálvan, siga nógv um føll og misbrot míni á leiðini.

 

Kennir tú nakrar søgur um Jesus?

 

Ja, eg havi lisið søguna, um sáðið, ið vaks í fýra ymiskum jarðarlendum. Hetta minnir nógv um mítt egna lív. Eg eri tað sáðið, sum nældi, har nógv ókrút vaks og sum vildi forða mær at vaksa. Langt burtur haðani, kendi eg innan í mær, at sáðið búnaðist og vaks.

 

Ella, lat meg nýta eina aðra samanbering: Eg vaks upp mitt ímillum tornirnar. Men vindurin kom og lyfti mítt lítla sáð burtur frá gostromini og bar meg higar. Her kann eg búnast og vaksa.

 

Áður helt eg, at tað andliga bara er um tað at ganga í kirkju. Men tá eg fór at lesa í Bíbliuni, skilti eg, at hon er eisini um hetta at hjálpa øðrum, sýna samhug og miskunn móti øðrum.

 

Eg eri heilt broyttur! Øll mín lívsuppfatan er broytt. Havi fatan av, at Gud svarar bønum móður mínar. Eg strembi eftir at broyta lív mítt. Tað verður ikki lætt.

 

Men eg veit, at Jesus tók alla líðing á seg; og eg veit, at eg veldi honum pínslu, tá ið eg geri ímóti vilja hansara, sigur Sergai at enda.

 

Kelda: bibel.no

 

Henry D. Joensen, umsetti