TÆR FIMM MÓSEBØKURNAR
27.01.2016

Stórur partur av Bíbliuni er søgufrásagnir. Tær fyrstu 17 bøkurnar í Gamla Testamenti og tær fyrstu í Nýggja Testamenti eru samanhangandi frásagnir um hendingar og persónar.

 

Viðvíkjandi Gamla Testamenti røkka frásagnirnar í hesum bókum frá skapan heimsins til árhundraðini øldirnar fyri Kristi føðing. Í Nýggja Testamenti er tað søgan um Jesus og lærusveinarnar, sum verður fortald. Fremst av hesum stóru bíbliufrásagnum standa tær fimm Mósebøkurnar. Tær hava navn eftir tí avgjørt fremsta oddamanninum, Mósesi. Hann verður føddur fyrst í 2. Mósebók og doyr seinast í 5. Mósebók.

 

Undan hesum er 1. Mósebók, sum er í tveimum pørtum: Teir fyrstu 11 kapitlarnir siga frá felags forsøguni hjá mannaættini frá skapanini til tíðina, har fólkasløgini verða skild sundur av bábilsku málfløkjanini (1. Mósebók kap. 11). Eftir tað velur Gud Ábraham sum ættarfaðir at sínum serliga fólki, Ísrael, og restin av 1. Mósebók er nú um Ísraels ættarfedrar: Ábraham, Ísak og Jákup og hansara 12 synir. Henda ættin er seinast í 1. Mósebók vorðin eitt lítið fólk, sum fer úr sínum landi og setir seg niður í Egyptalandi.

 

Her verður Móses føddur, og Gud gevur honum ta avbjóðing at leiða fólk sítt út úr Egyptalandi og heim til ættarfedranna land. Í Sinai oyðimørkini ger Gud sín sáttmála við Ísraels fólk, og Móses fær tey tíggju boðini og alla Móselógina. Alt tað skal Ísrael halda, og so vil Gud vera Ísraels Gud og geva teimum ættarfedranna land.

 

Tær fimm Mósebøkurnar hava ikki bert týdning fyri at siga frá um skapanina, ættarfedrarnar og ferðina gjøgnum oyðimørkina til tað lovaða landið. Tær rúma eisini allari Ísraels lóg. Í stórum brotum í 1. - 5. Mósebók eru lógarásetingar um innrætting av halgidóminum, um offurtænastu og prestaskap, um reint og óreint, um matvørur, kynslív og sjúkur, og samfelagsligar skyldur og nógv annað. Lógartekstirnir í Mósebókunum fylla so nógv, at 1. - 5. Mósebók eisini í summum samanhangum bert verða nevndar Lógin.

5. Mósebók endar við, at Móses innsetir eftirfylgjara sín, Jósva, og doyr síðani. Hiðani tekur Jósvabók afturíaftur og sigur frá, hvussu Ísraels fólk leggur tað lovaða landið undir seg og býtir tað millum sín.

 

Úr bíbliulesiætlanini 2015-16.