Teir fýra stóru profetarnir
05.02.2016

16 tær seinastu bøkurnar í Gamla Testamenti eru profetabøkur. Hvør bók hevur navn eftir einum profeti og hevur í sær fyrst og fremst ta boðan, ið er knýtt at navninum, men eisini ofta frásagnir um profetin og virki hansara og lagnu. Profetarnir kunnu lýsast sum revsarar og troystarar fyri fólki sínum og leiðarum tess.

 

Teir bera fram Guds dóm, tá ið fólkið svíkir paktina og dyrkar fremmandar gudar ella eyðrænir tey veiku í landinum. Teir geva troystarrík lyfti um endurloysn, tá ið tað sær svartast út.

 

Tær fyrstu fýra profetabøkurnar eru tær longstu, og hesir profetar verða tí ofta nevndir teir stóru í mun til teir 12 lítlu profetarnar, ið koma aftaná. Teir fýra stóru profetarnir eru – í Bíbliunnar raðfylgju og eftir longd - Jesaja, Jeremia, Ezekiel og Dánjal.

 

Tær nógvu hendingarnar og persónarnir, sum teir fýra profetarnir lýsa, hoyra til í 8.- 6. øld f.Kr., sum var ein hendingarík tíð í søgu Ísraels. Mesopotámisku ríkini, Assýria og Bábylon, skiftust um at leggja trýst á Ísrael og Júda ríki. Í 722 f.Kr. hertóku Assýrarnir tað ísraelska ríkið, oyðiløgdu høvuðsstaðin Sámária, burturfluttu fólkið og hóttu Jerúsalem. Fyrra helvt av bók Jesaja fer fram í hesari tíðini. Onnur helvt – og hinir stóru profetarnir – hava hendingarnar undir útlegdini í Bábylon sum søguligan karm.

 

Útlegdin í Bábylon byrjaði við, at Nebukadnezar kongur í Bábylon stutt eftir 600 f.Kr. fekk vald á Júda ríki, legði Jerúsalem í oyði saman við templinum og býmúrinum og førdi yvirstættina og tey lærdu til Bábylon. Her livdu tey í útlegd í tvey ættarlið, til persarakongurin Kýros vann á Bábylonarum og gav jødunum loyvi til at venda aftur og endurreisa Jerúsalem. Teir fýra stóru profetarnir eru virknir í ymsum tíðarskeiðum av hesari útlegd og lýsa hana bæði við sjónarhorni úr Bábylon og úr Jerúsalem.

 

Í hesum árinum verður bók Jesaja lisin. Jesaja er næst Sálmunum ikki bert tann longsta bókin í Bíbliuni. Hon er eisini tann profetabókin, sum oftast verður víst aftur til í Nýggja Testamenti, og sum oftast verður lisin undir gudstænastunum.

 

Úr Bíbliulesiætlanini 2015-16.