Lurta
Bíbliufelagið í Sjóvar kirkju sunnudagin
09.02.2016

Sunnudagin 14. februar kl. 11.00 verður ein øðrvísi gudstænasta í Sjóvar kirkju.

Tað verður Føroyska Bíbliufelagið ið kemur at mynda gudstænastuna.

Jógvan Fríðriksson, biskupur og forseti í Bíbliufelagnum prædikar og Símun Persson Jacobsen, sóknarprestur, hevur altartænastuna.

Bergur D. Joensen, formaður í Bíbliufelagnum og Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari, kunna um arbeiðið hjá Bíbliufelagnum.

Eftir gudstænastuna verður høvið at tekna seg sum lim í Bíbliufelagnum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

-----

 

Endamálið hjá Føroyska Bíblufelagnum er:

  • at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
  • at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur, at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu og annað viðkomandi tilfar,
  • at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
  • at hava innsavningar og forlagsvirksemi,
  • at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
  • at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Sí myndir frá gudstænastuni og fundi í Bíbliustýrinum her.