Bíbliulesitrappan
12.02.2016

Bíbliulesitrappan, ella: Bið, Les, Hugsa, Les, Bið, er ein góður framferðar lesiháttur. Løtt at minnast og at umhugsa tekstin samsvarandi tí, eg las.

Hesin lesiháttur hóskar væl saman við bíbliulesiætlanini frá Bíbliufelagnum.

- Bið Gud tala við teg, meðan lisið verður!


- Les
dagsins bíbliutekst gjølla!


- Hugsa
um innihaldið! Set spurningar! Hvat lærir hetta meg? Hvat er høvuðsinnihaldið?
  Hvussu kann eg nýta hetta í gerandisdegnum?


                                                                               - Les
eina góða og hóskandi bíbliufrágreiðing.


                                                                               - Bið
Gud hjálpa tær at minnast og at liva samsvarandi tí, lisið varð! Takka at enda Gudi fyri
                                                                                 dagsins bíbliulestur!