Lurta
Bíbliuveking í Ukraina
19.02.2016

Kirkjurnar í Ukraina standa mitt í arbeiðnum at hjálpa teimum, sum eru rakt av kreppuni í landinum. Við okkara hjálp kann Bíbliufelagið stuðla teimum við bíblium og nýggjatestamentum.

Undir kreppuni í Ukraina er skaptur stórur tørvur á bíblium. Alt frá fyrsta degi varð heitt á Bíbliufelagið at skaffa nýggjatestamentir til at býta út. Hesar hava givið hermonnum, sum eru útkallaðir til tænastu, kraft og styrki, somuleiðis særdum á sjúkrahúsunum og tí vanliga fólkinum báðumegin hermóti.

 

Andaligur miðdepil

Í Ukraina hevur Bíbliufelagið leingi selt nógvar bíbliur. Bíblian verður nógv brúkt undir hvørjari gudstænastu, og tey kristnu taka hana við sær í kirkju. Síðani 1990 eru uml. tíggju milliónir bíbliur lætnar út, haruppí fíra milliónir av tí bláu barnabíbliuni, sum er einfaldari at skilja bæði hjá børnum og vaksnum.


Ukraina er í dag andaligi miðdepilin í Eystur-Evropu. Frá gamlari tíð hava tær protestantisku kirkjurnar verið tær mest virknu at nýta Bíbliuna. Tær hava ofta verið fyri forfylging; tær hava háðtíðarhildið hvørja gudstænastu, sum um hon kundi verið hin seinasta – og hjá nøkrum gjørdist tað so. Men nú síggja vit eisini tær ortodoksu og katólsku kirkjurnar fyllast, eisini mitt í viku.


Tær ortodoksu kirkjurnar eru fólkakirkjurnar í Ukraina. Longu í 1990 fór tann russisk-ortodoksa kirkjan sundur í eina russiska og eina ukrainiska-ortodoksa kirkju. Nú hava allar hesar tríggjar kirkjurnar voksið, síð um síð. Mong, sum áður høvdu lítið tilknýti til sína kirkju, luttaka nú fast til messurnar.


Ein bíbliuveking

Vit síggja í dag eina bíbliuveking eisini í teimum ortodoksu kirkjunum. Tær hava alla tíðina verið virknar í Bíbliufelagnum, men nú koma tær eisini at biðja um bíbliur at býta út – tað sóu vit ongantíð áður.


Hjá mær vakti tað sera stóra undran, tá ein ortodoksur prestur fortaldi, at hann hevði ikki nakað at geva øllum teimum, sum komu til hansara til sálarrøkt. Hann og aðrir prestar máttu tá út á alnótina at heinta hjálp fyri at møta øllum, sum tørvaðu at tosa um teirra andaliga tørv. Hann gjørdist sera takksamur, tá Bíbliufelagið útvegaði honum nýggjatestamentir, sum hann kundi býta út.


Kríggið hevur eisini gjørt tað trupult hjá fólki at keypa bíbliur. Gjaldoyra er fallið sum ein steinur, og prísirnir á nógvum neyðturvandi vørum er hækkaður, men tað er lønarlagið ikki. Tí er eftirspurningurin eftir bíligum útgávum og ókeypis tilfari nógv øktur. Við hjálp frá norskum og øðrum gevarum at takka hevur tað verið gjørligt at nøkta munandi partar av hesum eftirspurningi.


Helt út í royndunum

Í meir enn 70 ár blivu tey kristnu í Ukraina kúgað og forfylgd. Mangar kirkjur og mong klostur blivu vanærað og brúkt á ein slíkan hátt, at tað skuldi eyðmýkja kirkjuna og tey trúgvandi. Men tá stjørnin fall, vaks fram ein lívssterk kirkja.


Kirkjurnar í dag eru bæði størri og fleiri, enn tær vóru tá. Men tær vóru grundfestar á tann grundvøll, sum varð lagdur av teimum trúgvandi, sum hildu út gjøgnum royndirnar. Tey trúðu Bíbliunnar orði, og júst tí at Bíblian var forboðin og næstan ógjørlig at fáa hendur á, hava tey trúgvandi hildið fast við hana.


Tey kristnu í dag minnast enn tær líðingar, sum tey, sum gingu undan, máttu ganga ígjøgnum. Ein roynd trúgv er ein sterk trúgv. Fyri hetta síggja vit í dag, at alt fleiri finna fram til eina sanna og persónliga trúgv á Kristus.


Myndatekstur: Aðalskrivari Oledsandr Babiychuk í Bíbliufelagnum býtir út nýggjatestamentir til hermenn við Donetsk í Eystur-Ukraina. (Foto: Tað ukrainska bíbliufelagið)


Kelda: bibel.no


Hjørleif Poulsen, týddi