Lectio Divina
23.02.2016

“Lectio Divina” merkir guddómligur lesnaður og er ein bíbliulesiháttur, sum hevur verið nýttur í allari kristnisøguni.

 

Lectio Divina

Fyrst biðja Heilaga Andan vegleiða og tala við teg.

 

Lectio: Les bíbliutekstin! Vel ein stuttan bíbliutekst og les hann hart og týðiliga fyri tær sjálvum.

 

Meditatio: Endurtak og liv teg inn í bíbliutekstin. Endurtak síðan orðini, til tú ert fullkomiliga sameindur við hann!

 

Hugsa tær orðini søgd beinleiðis frá Gudi við teg. Finn kjarnan í tí, Gud segði tær!

 

Oratio: Veit Gudi í bønini aftursvar. Bøn og takkargerð yvir bíbliutekstinum.

 

Contemplatio: Gev tær stundir til hvíld í nærveru Guds! Ver opin og lurta í kvirru um, hvør og tað, Kristus er!

 

Henry D. Joensen, týddi.