Vælkomin til limafund 12. apríl 2016
25.02.2016

Kæru limir í Føroyska Bíbliufelagnum!

Árligi limafundur felagsins verður týskvøldið 12. apríl 2016 kl. 20.00

í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, Klaksvík.

Skráin á limafundinum er sambært viðtøkunum:

1. Velja fundarstjóra og fundarskrivara.
2. Frágreiðing frá arbeiðinum og framtíðarætlanir.
3. Kunning um fíggjarviðurskifti.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Velja tveir stýrislimir (triðja hvørt ár).
6. Ymist.

 

Allir limir, ið hava goldið árliga limagjaldið, hava atkvøðurætt á limafundinum við einari atkvøðu hvør.

Avgerðir á limafundinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Stýrið ger av, hvussu atkvøtt verður.

 

Til ber at seta seg sum lim á limafundinum ella her.

 

Eisini verður orðaskifti um tørv og framtíðarætlanir hjá Bíbliufelagnum. Upplegg til orðaskifti við Hallgerð Akurstein.


Eftir limafundin sigur Hilda Viderø frá, um stuðul frá Bíbliufelagnum til Bíbliur á Filipsoyggjunum og í Pakistan.

 

Andakt við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi og forseta í Bíbliufelagnum.
 

Sangur við Tórhild Bjarkhamar og Ingu Jensen.


Veri væl møtt.

Bergur D. Joensen                                                Ásbjørn Jacobsen
      formaður                                                                 aðalskrivari