Lurta
Mary Jones fingið sína egnu vitjanarmiðstøð
17.10.2014

Navnframa Mary Jones, sum fyri meira enn 200 ár síðan gav íblástur at stovna bretska bíbliufelagið, fær nú ein heilan heim fyri seg sjálva, tí 5. oktober varð hesin heimur í Wales, har Mary búði og keypti sína egnu bíbliu, 15 ára gomul, opnaður.

 

Hóskandi sagt, vóru tað Mary Jones og Thomas Charles, sum í felag, men á hvønn sín hátt, fingu hugskotið til stovnan av bretska bíbliufelagnum – tað fyrsta av sínum slag. Tað gingu seks ár hjá Mary Jones at spara saman teir 17 shillingarnar, sum ein bíblia kostaði, og hennara ágrýtni, setti stór spor á bæði samtíð hennara og metodistprestin, Thomas Charles, eins og á nútíðina. Tí er nýggja vitjanarmiðstøðin vorðin ein veruleiki.

 

Vitjanarmiðstøð heim Mary Jones, veitir:

  • møguleika at fáa fatan av tí ávirkan Wales og heimurin annars hevur ognað sær
  • at steðga á og hugsa um týdningin av tí arbeiði, Mary Jones og Thomas Charles fingu sett í verk við at grundleggja bretska bíbliufelagið fyri meira enn 200 hundrað árum síðan
  • eina frálærumiðstøð, sum kann menna og veita íblástur og veita góð frálæruhugskot stuðla peningaligu endurútbúgvingini av arbeiðstilboðum og fremmandavitjanum.

 

Heimur Mary Jones, varð alment latin upp 200-ára dag Thomas Charles 5.oktober 1814

“Henda verkætlan hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri bíbliunnar ávirkan í Wales og frá Wales til restina av heiminum, sigur samtaksstjórin, James Catford frá British & Foreign Bible Society. “Heimur Jones fer at siga ferðandi, skúlabørnum og fremmandum og vitjandi annars hesa søgu.”

 

Framsýningarmiðstøð við 1500 ára søguligum minnum

Í 2007 keypti, British & Foreign Bible Society, afturlatnu kirkjuna í Llanycil við Bala, Wales, og hevur síðani arbeitt við útbyggingini av eini framsýningarmiðstøð í hesi kirkju og nýggjum bygningum har á staðnum. Mary Jones “bíbliujagstran” lá nevniliga at leiðini til Bala at leita upp Thomas Charles, prest, ið liggur jarðaður har á kirkjugarðinum. Í meira enn 1500 ár er hetta staðið vorðið nýtt av kristnum, ið komin eru hagar at tilbiðja og sum eisini hava sterk tilknýti til bretska bíbliufelagið.

 

Søgan um Mary Jones

Mary Jones var walisisk genta av protestantiskari ætt. Hon hevði eitt brennandi ynski at fingið ognað sær ein bíbliu. Hóast fátæk kor, eydnaðist henni eftir seks árum at spara saman 17 shillingar, tað sama sum ein bíblia tá kostaði. Hennara ágrýtni og saknur – at skula ferðast 40 kilometrar hvønn vegin til tess at fáa bíbliuna heim – hevði stóra ávirkan á Thomas Charles, prest, sum seldi Mary bíbliuna. Hendingin gjørdi, at farið var til verka at tryggja fólki eina lætta atgongd at fáa ognað sær eina bíbliu, tí eftirspurningurin var metstórur. Bíbliumaraton Mary Jones, gjørdi, at heimsins fyrsta bíbliufelag, “British & Foreign Bible Sosiety”, varð stovnað í 1804. Tíggju ár seinni, í 1814, kom Danska Bíbliufelagið, sum í ár heldur 200 ára minningarhald.

 

Meðan Thomas Charles var prestur í Bala, stovnaði hann nógvar sunnudagsskúlar. Ein av teimum ídnastu næmingunum var Mary Jones. Um sama mundið, millum 1785 og 1815, spurdist stór andlig veking í Wales, ein sannur andligur hungur eftir at fáa ognað sær bíbliur. Thomas Charles saman við fleiri, løgdu grundarlagið undir Bretska Bíbliufelagið í 1804. Tað er hesa hending Bretska Bíbliufelagið ætlar at minnast við at stovnseta “Heim Mary Jones”.

 

Myndatekstur: Kirkjan í Wales, ið er vorðin umbygd, at hýsa “Heimi Mary Jones”. Her fortelur bretska bíbliufelagið søguna um Mary Jones og eisini aðrar áhugaverdar hendingar úr hesum 200-ára strevi og stríði um eisini at fáa bíbliur sendar menniskjum úti í heimi.


Henry D. Joensen, umsetti.