Lurta
Paulusar fyrra bræv til Timoteus
23.10.2019

Brævið er skrivað til Timoteus og ikki til eina kirkju.


Timoteus verður lýstur sum trúgvi samstarvsfelagin hjá Paulusi. Fremst av øllum skal Timoteus stríðast ímóti øllum, sum víkir frá tí fatan av kristnitrúnni, sum Paulus hevur lært kirkjurnar.


Nógva staðni eru mytur og hugleiðingar grundaðar á skapanarsøguna í Gamla Sáttmálanum, og ómoralsk atferð komin uppí. Paulus áleggur tí Timoteusi at syrgja fyri, at tann rætta fatanin, sum Paulus kallar „tann sunna læran“, skal vera galdandi.

 

Brævið gevur eisini nakrar leiðbeiningar um, hvussu ein skal biðja og halda gudstænastu. Umframt tað eru vegleiðingar um, hvussu kvinnur, her undir einkjur, skulu uppføra seg. Eisini er útgreinað, hvørji krøv vera sett kirkjunnar leiðarum.

 

Timoteus fær til uppgávu at vera eitt gott fyridømi fyri tey kristnu í talu og í atburði, og at hann skal avvísa falskari læru.

 

Fyrsta og annað brævið til Timoteus, saman við brævinum til Titus, vera nevnd Pastoralbrøvini (Hirða­brøvini), tí Timoteus og Titus skula vera hirðar – á latíni pastores – fyri kirkjurnar.


Nýggi Sáttmálin

 

Les eisini: Paulusar seinna bræv til Timoteus