Bíblia 2020 - nýtt heimsumfevnandi átak
Føroyska Bíbliufelagið er við í einum heimsumfevnandi átaki ella verkætlan í 2020. Endamálið við átakinum, er, at fáa fólk um allan heim at lesa í Bíbliuni.
Enska heitið á átakinum er: "Bible 2020" á føroyskum "Bíblia 2020". Tað er Bíbliufelagið í Skotlandi, sum hevur tikið stig til og samskipar átakið í samstarvi við United Bible Societies.
Ímynda tær túsundtals fólk um allan heim, ið lesa Bíbliuna hart saman. Hugskotið er ørandi, men einfalt kortini.
- Tín avbjóðing: Les Bíbliuna hart hvønn dag í 2020.
- Tín heimsumfatandi felagsskapur: Fólk um allan heimin lesa eftir somu lesiætlan.
- Tín pallur: Ein app, har tú fært dagsins tekst til hvønn dag í árinum, sum kann nýtast
á flest øllum tungumálum.
Saman við øðrum, tala og hoyra vit orð úr Bíbliuni hvønn dag og deila hetta upplivilsi við okkara kæru og bíbliulesarar um allan heimin!
1. januar 2020 byrjaðu vit at lesa, taka upp og deila bíbliutekstir um allan heimin og vit halda áfram árið út.
Lat Bíbliuna hoyrast - her heima og um allan heimin.
Øll, allastaðni lesa Bíbliuna!
Vælkomin at vitja og dáma facebook-síðuna: https://www.facebook.com/2020biblia/
Har verður kunna nærri um átakið Bíblia 2020.
IOS: Downloada appina Bible '2020' á App-Store.
Android: Downloada appina 'Bible 2020' á Goggle-Play.
Samskipari fyri Føroyar: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 597777, aj@biblia.fo