Abba á árameiskum tað sama sum "faðir".
Lurta
13 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
Abba
Abba á árameiskum tað sama sum "faðir".
Abbadon
Abbadon soleiðis eitur avgrundareingilin á hebráiskum, Opb 9,11 tað er ein "oyðileggjari" (í Opb 9,11 kanska Sátan). Á grikskum eitur hann Ápollýon.
akul
í Gamla Testamenti partur av búna høvuðsprestsins 2 Mós 28, 6-14. Í 1 Sám 2,18 og 2 Sám 6,14 eru Sámuel og Dávid í sovorðnum línakli, helst í trúarføri. Í Dóm 17,5 stendur, at Mika gjørdi sær akulmynd og húsgud. Akulmynd er óivað gudamynd.
akurskurðarhátíð
sí hátíð.
alin
alin sí mál.
aloa
aloa træ. Úr hesum træi fingu teir vælangandi evni.
altar
altar staður, har ofrað varð til gudin. Á hebráiskum merkir altar "sláturstaður", sí 3 Mós 1,11, tí vanliga vóru ofrini sláturoffur, sí sláturoffur undir offur. Upprunaliga bar til at gera altar av gróti og flagi, har ið fólk høvdu hug at bera fram offur, sí t.d. 1 Mós 8, 20. Í býunum vóru ávís altar, ofta í sambandi við halgidóm. Í templinum í Jerúsalem vóru tvey altar: brennioffuraltarið, 1 Krýn 22,1 og roykilsisaltarið, 2 Krýn 26,16. Altarið kundi vera prýtt við hornum. Í Gamla Testamenti verða altar ofta umrødd at vera fyri heidnum gudum, t.d. Báali, Dóm 6,25.
amen
amen hebráiskt róp, tað merkir "sanniliga er tað so", "sanniliga". Tað var lagt aftur at orðum annara manna, t.d. 4 Mós 5,22, serliga at ásanna liturgiska bøn og játtan, t.d. 5 Mós 27,15-16; 1 Kor 14,16.
ankar
ankar sí mál.
Areopagos
Areopagos heyggjur í Aten, eisini heiti á dómstóli, sum í gamlari tíð hevði sæti á hesum heyggi. Í Nýggja Testamenti varð dømt her í málum viðvíkjandi undirvísing; sí Áps 17,34.
Artemis
Artemis griksk gudinna, hon varð dýrkað víða; týdningarmesti halgidómur hennara var í Efesus í Lítlu Ásiu.
Astarte
Astarte kánaneisk gudinna fyri fruktbari. Astartedýrkanin ávirkaði onkur skifti ísraelsku gudsdýrkanina, t.d. 1 Kong 11,5. Sí eisini Ásjera.
atfangadagur
atfangadagur dagurin fyri sabbatsdag (sí hátíð), tí altíð fríggjadag; í Jóh 19,14 er "atfangadagur fyri páskir" eisini fríggjadag. |