planta við vælangandi jarðleggi. Úrdrátturin varð ofta brúktur sum salvingarolja, sí salving 2 Mós 30,23.
Lurta
16 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
kalmus
planta við vælangandi jarðleggi. Úrdrátturin varð ofta brúktur sum salvingarolja, sí salving 2 Mós 30,23.
kanelviður
vælangandi evni, t.d. brúkt til salvingarolju, 2 Mós 30,24.
káb
sí mál.
Kánáan
í Gamla Testamenti er Kánáanland, landið vestan fyri ánna Jordan. Ísraelsmenn búsettu seg har og kallaðu landið Ísraelsland, landið, sum seinni fekk navnið Palestina. Fólkið varð nevnt kánanearar, men vóru ikki beinleiðis ein tjóð. Á ymsan hátt ávirkaði kánaneiski átrúnin gudsdýrkan Ísraelsmanna; hildið var, at teir viku frá Guði, serliga verður víst á tað í 5 Mós og hjá fleiri profetum.
Kefas
sí Pætur.
Kemosj
tjóðgudur Móabita, Dóm 11,24. Summi tíðarbil dýrkaðu Ísraelsmenn Kemosj, 1 Kong 11,7.
kerúbar
verndareinglar í halgidóminum, til prýðis, 1 Kong 6,29. Eisini útskornir sum halgimynd at verja sáttmálaørkina (sí ørk), 1 Kong 8,6. Guð Ísraelsmanna verður nevndur "Tú, ið yvir kerúbum trónar", t.d. Sl 80,2. Sí eisini seráfar.
kesiti
sí pengar og vekt.
Kevan
sí Raifan.
Kinnerot
í Gamla Testamenti er Genesaret í Nýggja Testamenti.
kirkjuliðstænari
á grikskum diakonos . Hevur starv í kirkjuliðinum, tá ið gudstænasta er og í umsorgan. Konufólk kundi vera kirkjuliðstænari, Róm 16,1 og 1 Tim 3,11.
kislev
sí tíðarrokning.
kor
sí mál.
Kretar og Pletar
hirðin hjá Dávidi kongi, kanska leiguhermenn av Kreta og úr Filistalandi. Ez 25,16 og Sef 2,5 nevna bara Kretar.
Kristus
úr grikskum "salvaður"; verður í Nýggja Testamenti brúkt sum sernavn saman við navninum Jesus. Sí eisini Messias.
kvøldoffur, kvøldbrennioffur, kvøldgrónoffur
sí offur. |