høgur embætismaður, sum var settur at ráða í einum landsparti fyri kong ella keisaran.
Lurta
14 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
landshøvdingi
høgur embætismaður, sum var settur at ráða í einum landsparti fyri kong ella keisaran.
legión
rómversk herdeild u.l. 6.000 menn.
Levitur
í Gamla Testamenti komið av Levi, soni Jákups. Í 2 Mós 32 verður Levi ættargrein prestar, sí eisini 5 Mós 33,8-11. Í seinnu søguni gingu Levitar til handa í templinum í Jerúsalem.
leyvskálahátíð
sí hátíð.
lið
sí borgarlið.
Livjatan
frumtíðar sjóskrímsl, ið Guð Ísraels vann á, Sl 74,14 og Jes 27,1. Sí eisini Ráhab.
líktráur
fólk, hús ella lutur, ið eru vorðin líktrá. Í Bíbliuni er neyvan talan um (lepra), sjúku, sum seinni gjørdi nógv um seg, men um herviligt útbrot. Hin líktrái varð hildin at vera óreinur og varð rikin burtur. Fyriskipanir um líktrá standa í 3 Mós 13-14.
ljóðføri
Ivasamt er, um ljóðføri, sum eru lýst samlík, eru tað. Hebráiska orðingin í Gamla Testamenti og grikska orðingin í Nýggja Testamenti kunnu merkja hvør sítt. básún bara í Nýggja Testamenti, t.d. Opb 8,2. Lík lúðri í Gamla Testamenti. bjølla í Gamla Testamenti ikki altíð beinleiðis ljóðføri. Bjøllurnar vóru líkar klokku og vóru festar í høvuðsprestabúnan. Bjøllurnar klingaðu, tá ið høvuðspresturin gekk, 2 Mós 39,25, 2 Sám 6,5. Í 1 Kor 13,1 er bjølla kanska tað sama sum skálabumba. bumba stevljóðføri líkt trummu, tó líkast tamburin. Stendur bara í Gamla Testamenti. glymskál í Sám 18,6; lítið ljóðføri at sláa á. harpa stórt streingjaljóðføri, í Sl 33,2 tíggjustreingjað. Í Nýggja Testamenti sittari. ljóðpípa í Gamla Testamenti eru fleiri hebráisk orð týdd ljóðpípa. Ljóðføri, blást verður í, vanliga úr viði. Verður eisini nevnt í Nýggja Testamenti. lúður (veðrahorn) (eisini gjørdur úr silvuri, sí 4 Mós 10,2) í Gamla Testamenti ikki veruligt ljóðføri, men varðlúður at boða til bardaga, Jósva 6,4, ella til høgtíðir, Sl 81,4. Í 1 Kong 1,39 blástu teir í lúður, tá ið kongur varð krýndur. Sama sum básún í Nýggja Testamenti, "pípa". lýri í Bíbliuni harpa. saltari fleirstreingjað ljóðføri. Fyrr týtt til skurðfjøl. sekkjapípa stendur bara í Dán 3. Ljóðføri at blása í. sittari trístreingjað til tólvstreingjað ljóðføri, vanligasta ljóðførið í Gamla Testamenti. Í Nýggja Testamenti týtt harpa. skálabumba í Gamla Testamenti slagljóðføri, (tvær rundar, kúputar metalplátur slignar saman. Sí eisini bjølla.
log
sí mál.
lógin
Móselógin í Mósebókunum; kann eisini vera alt Gamla Testamenti, t.d. 1 Kor 14,21.
lógkønur
sí skriftlærdur.
lúður
sí ljóðføri.
lærusveinur
"lærlingur," "næmingur" hjá lærara ella meistara, t.d. profeti, Ámos 7,14; Jesus fekk sær tólv lærusveinar. Sí eisini ápostul.
løgd
sí mál. |