sí offur.
Lurta
12 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
takkaroffur
sí offur.
talent
sí pengar og vekt.
Tammuz
bábylonskur gudur fyri fruktbari, Ez 8,14.
Tarsis
hagar varð siglt, tá ið siglt varð um Miðjarðarhav, Jón 1,3, ella um Reyða hav, 2 Krýn 20,36. Kanska er Tarsis ikki staðanavn, men heldur langfaraskip, smbr. Tarsisknørrir, t.d. Jes 2,16.
tebet
sí tíðarrokning.
tempul
sí kortið.
tempulskattur
2 drakmur avgjald til templið (sí pengar og vekt). Hvør tilkomin jødiskur maður í Palestina og har um leið skuldi rinda hetta avgjald eina ferð um árið. Staterin (sí pengar og vekt), sum er nevndur í Matt 17,27, var avgjald fyri tveir menn.
tempulvígsluhátíð
sí hátíð.
tendring
sí tíðarrokning.
tilsjónarmaður
grikska episkopos (av tí orðið "biskupur"), oddamaður í kirkjuliðinum. Fleiri tilsjónarmenn kundu vera í sama kirkjuliði, Fil 1,1. Sí eisini elstu.
tíðarrokning
Í Miðeystri roknaðu teir í fornøldini tíðina eftir sólini ella eftir mánanum, ymiskt eftir, hvar ið teir vóru, og nær á árinum tað var. Í søguni hjá ísraelska-jødiska fólkinum hava báðir roknihættirnir verið brúktir; men ikki ber til at greina teir hvør frá øðrum. Mánaárið hevur tó verið mest nýtt, smbr., at hebráiska orðið fyri mánað er sama orðið sum "sólkoma" (sí sólkomuhátíð undir hátíð). Mánaðirnir itu eftir árstíðini; fýra standa í Gamla Testamenti: etanim (1 Kong 8,2), aldinmánaðurin, september-oktober; bul (1 Kong 6,38), regnmánaður, oktober-november; ábib (2 Mós 14,4; 5. Mós 16,1), aksamánaður, tá ið kornið stadnar, mars-apríl; ziv (1 Kong 6,1.37), blómumánaður, apríl-mai. Seinni í søgu Ísraels er mánaðarárið broytt, so at ábib var fyrsti mánaður í árinum, 2 Mós 12,2; 13,4. Bábylonska álmanakkaárið ávirkaði álmanakkaskipanina, so at árið gjørdist 12 mánaðir; í Gamla Testamenti standa 1. mánaður, nisan (Neh 2,1), mars-apríl; 3. mánaður, sivan (Est 8,9), mai- juni; 6. mánaður, elul (Neh 6,15), august- september; 9. mánaður, kislev (Neh 1,1), november-desember; 10. mánaður, tebet (Est 2,16), desember-januar; 11. mánaður, sjebat (Zak 1,7), januar-februar; 12. mánaður, ádar (Ezra 6,15), februar-mars. Ikki navnfestir standa eisini 4. mánaður (Ez 1,1), 5. mánaður (Jer 28,1), 7. mánaður (Jer 28,17), og 8. mánaður (Zak 2,6). Av tí at mánaðirnir í árinum ikki gingu upp í dagarnar í sólárinum, settu teir, sum tað hóskaði, ein skotmánað inn ímillum.Mánaðurin varð skiftur í fýra sjeydagaskeið eftir kvartalaskifti mánans; men undantikið sabbatin (sí hátíð), vóru vikudagarnir ikki navngivnir, dagarnir í mánaðinum vóru talmerktir, t.d. Ez 1,1 og 8,1. Hebráiska samdøgrið byrjaði, tá ið sólsetur var, 1 Mós 1,5; 5 Mós 23,11; hetta var týdningarmikið, tá ið hvíludagar vórðu ásettir; í vanliga gerandisdegnum byrjaði dagurin um morgunin. Dagurin var ikki skiftur í tímar og minuttir, men eftir sólini, t.d. Jósva 6,15; 1 Kong 18,26; 1 Mós 18,1;1 Mós 3,8; 2 Mós 12,6. Óvist er, nær farið varð at skifta dagin í tímar; kanska í Nýggja Testamenti, sí t.d. Matt 20,3-6; men Neh 9,3 bendir kanska á tað eisini. Í 2 Kong 20,9-11 stendur um sólurið, sum er skipað í "stig". Ikki er greitt, hvussu tað hevur "gingið". Náttin varð skipað í tríggjar náttarvøkur, t.d. Dóm 7,19; 2 Mós 14,24; Sl 90,4. Í Nýggja Testamenti hava teir óivað tikið eftir Rómverjum at skipa náttina í fýra náttarvøkur, Matt 14,25; sí eisini Mark 13,35.
tunna
sí mál. |