Verkætlan: Bíbliur til Barnaheim í India.
Bíbliur til børnini í einum barnaheimi í India, er fyrsta verkætlan uttanlands hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Hjálp okkum at geva teimum Guds orð á sínum egna máli.
Sí eisini myndir í myndasavninum.
Hugsar tú nakrantíð um tey, ið onga Bíbliu eiga?
Vit vilja geva hesum børnunum í India Bíbliur og Barnabíbliur á teirra egna máli.
Hjálp okkum at geva teimum Guds orð.
Christu Suda Communications & Ministries (CSCM) er kristiligur missións- og hjálparfelagsskapur í India. Við hjálp frá m.a. Indre Mission í Danmark hava tey bygt eitt barnaheim til fátøk børn í økinum. Heimið varð vígt og tikið í nýtslu 27. apríl 2014.
Pláss eru fyri 30 børnum á Barnaheiminum. Heimið verður eisini nýtt til skeið og ráðstevnur fyri sunnudagsskúlalærarum, prestum o.ø.
Hvønn sunnudag er sunnudagsskúli. Ætlanin er eisini, at bjóða vaksnum undirvísing á barnaheiminum. Í økinum eru mong fátøk, ið ikki duga at lesa.
Ein Bíblia í India kostar 175 INR = umleið 17,00 kr. Ein Barnabíblia við litmyndum kostar umleið 80,00 kr.
Bíbliufelagið hevur samband við CSCM umvegis Bjarne Gertz Olsen, ið hevur verið trúboðari í Føroyum og sum vitjar CSCM regluliga.
Vit vilja fegin geva hesum børnunum á Barnaheiminum og har nærhendis Bíbliur á teirra egna máli.
Innsavning steðga við ársenda 2020!