Um Bíbliu okkara
Bíblian er heimsins mest lisna bók og verður tí eisini kallað Bókanna bók. At síggja til líkist hon øðrum bókum, men kanna vit gjøllari, síggja vit, at hon er heilt ólík øðrum bókum.
Grundin til tað er, at Bíblian er ikki ein bók, men nógvar bøkur, 66 til samans. Orðið “Bíblia” er grikskt og merkir bók. Vit kenna eisini orðið “bibliotek”, ella bókasavn, og sigast kann, at Bíblian er eitt bókasavn.
Bøkurnar eru sera ymiskar, t.d. eru lógir, søgur, kensluborin skaldskapur, orðtøk, dagbøkur, sálmar og brøv at finna í Bíbliuni.
Bíblian er í tveimum pørtum, Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti. Í Gamla Testamenti eru 39 bøkur og í Nýggja Testamenti eru 27 bøkur. Í fyrstuni vóru tær elstu skriftirnar í Bíbliuni sagdar munn av munni frá ættarliði til ættarlið. Men so við og við vórðu tær skrivaðar niður.
Mong ymisk fólk hava skrivað Bíbliuna. Tað er ikki lætt at siga, hvussu gamlar kristnu skriftirnar eru, og tey, ið royna at seta árstøl á, eru ójøvn á máli. Hildið verður, at tær elstu skriftirnar eru skrivaðar um ár 1000 f.Kr.
Gamla Testamenti greiðir frá søgu ísraelsmanna í mong hundrað ár. Nýggja Testamenti lýsir eitt tíðarskeið um 60 – 100 ár, har vit serliga lesa um Jesus og tíðina eftir hann. Samanumtikið er tað eitt savn av bókum, ið eru skrivaðar í okkurt um 1000 ár og møguliga longur.
Men tað, sum eisini ger Bíbliuna til nakað serligt, er, at hóast hon á ein hátt er gomul, so er hon eisini ein viðkomandi bók, ið viðger nøkur grundleggjandi viðurskiftir, sum vit menniskju liva undir nú og til allar tíðir, lív og deyða, gleði og sorg, eydnu og óeydnu, iva og trúgv, hatur og fyrigeving, øvund og kærleika.
Vit kunnu altíð sammeta okkum við persónar í Bíbliuni og kanska á tann hátt betur skilja okkara umstøður og gerandisdag.
Ein góður háttur at lesa bíbliutekstir er at biðja til hann, sum hevur innblást hesar tekstir. Gud man hjálpa og vegleiða, hvussu orðið skal skiljast, og geva styrki at liva samsvarandi.
Hugurin er ofta okkara størsta avbjóðing. Trupult er at læra góðar siðir, men vani bítur best. Viljin er okkara styrki. At lesa Guds orð hevur tí meira við viljan at gera enn hugin, sum kann sveiggja við aldu og vindi.