Ber vón til heimsins flóttafólk
Eftirspurningurin eftir Bíbliuni er stórur millum heimsins flóttafólk.
Sambært Flóttafólka-hákommissariationum hjá SN UNHCR eru fleiri enn 51 milliónir
menniskju flóttar í hesum heimi. Talið er tað hægsta síðan Seinna heimsbardaga. Hesi
flýggjandi eru tíðum traumatiserað og sálarliga illa fyri og søkja hjálp í kirkjum, har
tey kunnu fáa mat og umsorgan. Og Bíbliuna kunnu tey eisini fáa, um tey ynskja tað.
Bíblian hevur nógvar søgur um menniskju, sum flýggja:
- Káin varð sendur burtur úr sínum heimstaði.
- Nóa var heimleysur eftir náttúruvanlukkuna.
- Ábraham og Sára flýddu til Egyptalands vegna hungur. Hagar, Ísakur og Rebekka, Jákup, Esau, Jósef, Móses, Náomi, Rut, Dávid, Elia, Jesus, Maria, Pætur og mangir aðrir bíbilskir persónar máttu flýggja.
Í hesum londum býta bíbliufeløg út Bíbliur:
- Sýria
- Jordan
- Gaza
- Ísrael
- Irak
- Libanon
- Ukraina
- Suðursudan
- Uganda
Vælkomin at senda spurningar á gunnar@biblia.fo
Innsavning steðga við ársenda 2020!
Sí stuttfilm frá SAT-7 um neyðstødd kristin í Irak.