Bíbliur til Kina
Kirkjuleiðarar tosa um, at vit í Kina eru vitni til kanska sterkasta kirkjuvøkstur í øllum heiminum síðan apostlatíðina. Bert eitthvørt avgerandi restar í.
Hvønn dag koma fleiri túsund menniskju til trúgv í Kina. Kirkjuleiðarar tosa um, at vit í Kina eru vitni til kanska sterkasta kirkjuvøkstur í øllum heiminum síðan apostlatíðina. Fagnaðurin og gleðin um Bíbliuna er ómetaligur. Tað er bert ein trupulleiki: kinesarum mangla bíbliur.
Bíblian avloysir Maos Lítlu Reyðu
Í 1970’unum undir mentanarkollveltingini varð Maos Lítla Reyða ein av heimsins mest prentaðu bókum, 800 milliónur eintøk vórðu prentað, tí allir kinesarar vóru noyddir at lesa í henni. Samstundis varð Bíblian ognartikin av myndugleikunum, og tey kristnu illa viðfarin og fongslað. Tað hevur broytt seg týðiliga. Í dag meta milliónir av kinesarum Bíbliuna sum heimsins týdningarmestu bók. Og myndugleikarnir lata Bíbliuna festa røtur – hóast trúarfrælsið framvegis er undir trýsti.
Nýggj trúgvandi hava eitt felags ynski – at fáa teirra egnu bíbliu. Veruleikin er framvegis, at kristin í Kina vanliga mugu skiftast um nakrar fáar bíbliur. Hóast Kina reint fíggjarliga hevur øgiliga framgongd, er ómetaligur fátækradómur í bygdaløgunum. Tørvurin á andaligum virðum er vaksandi.
Ein gáva til Kina
Allar bíbliur verða prentaðar á bíbliuprentsmiðjuni í Nanjing – Tað er í sjálvum sær eitt undur, at heimsins størsta bíbliuprentsmiðja nú er Kina. Við hjálp frá bíbliuprentsmiðjuni í Nanjing hava vit prentað meir enn 60 milliónir bíbliur á kinesiskum. Tað kundi havt verið uppaftur fleiri – tí tørvurin er ómetaligur, vit kunnu bara ikki fylgja við. Peningur vantar í til pappírið.
Tað er sostatt støðan: Vit hava loyvi at prenta; vit hava prentmaskinurnar til reiðar at prenta 75 bíbliur í minuttin. Fleiri enn 70 útbýtingarmiðstøðir eru til reiðar at senda bíbliurnar út til meinigheitirnar, tá tær koma av prentsmiðjuni.
Tað er einki annað stað í heiminum, har okkara gávupeningur verður til fleiri bíbliur. Kostnaðurin er minni enn 10 kr fyri pappír til eina bíbliu. Hvussu mongum bíblium kanst tú stuðla?
Innsavning steðga við ársenda 2020!