í Gamla Testamenti partur av ætt ella ættflokki; í Ef 3,15, stendur "sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð", kanska verður sipað til einglaættir og mannaættir.
Lurta
9 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
faðirskapur
í Gamla Testamenti partur av ætt ella ættflokki; í Ef 3,15, stendur "sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð", kanska verður sipað til einglaættir og mannaættir.
Fariseari
veruliga "skildur burturúr". Farisearar vóru uppi í einum trúarfelagi í jødadóminum. Teir vóru einir 6000 í tali. Fariseararnir løgdu seg eftir at halda Móselóg út í æsir, eisini viðtøkurnar fyri tempulprestarnar; teir vóru trúgvir tí, "forfedrarnir høvdu lagt eftir seg," og sum teir skriftlærdu høvdu skrivað og savnað, ikki sum Saddukeararnir. Sí t.d. Mark 7,1-13; Luk 18,9-14; Fil 3,5.
favnur
sí mál.
fingur
sí mál.
fjórðingshøvdingi
fleiri synir Heródesar Mikla vóru fjórðingshøvdingar, t.d. Heródes Antipas; sí Luk 3,1. Fjórðingshøvdingi er ikki landshøvdingi.
floyta
sí ljóðføri.
frumgróðrargrónoffur
sí offur.
fyrstaføddur
sí offur.
føstan
Áps 27,9, soleiðis var sáttmáladagurin nevndur. Sáttmáladagurin var u.l. 1. oktober, t.e., tá ið veturin kom, og hættisligt var at fara sjóferðir. Sí eisini sáttmáladagin undir hátíð. |