• Framsíða
  • Bíblia
  • Bíblia 2020
  • Um Bíbliuna
  • Um okkum
  • Tilfeingi
  • Forlag
  • Myndasavn
  • Samskifti
  • ©Upphavsrættindi
  • Soleiðis varð Bíblian til
  • Søgan um Mary Jones
  • Bíblian á føroyskum
  • Orðafrágreiðingar
  • Greinar
    • Eg vil vaka yvir orði mínum
    • Hví nýtist okkum Bíbliuna
  • Brellbitar úr NT og GT
  • Hetta søgdu teir um Bíbliuna
Lurta
13 úrslit funnin

Orðafrágreiðingar

  • A
  • Á
  • B
  • D
  • E
  • F
  • G
  • H
  • Í
  • J
  • K
  • L
  • M
  • N
  • O
  • P
  • R
  • S
  • T
  • U
  • V
  • Ý
  • Æ
  • Ø
Parbar

partur í templinum í Jerúsalem, 1 Krýn 26,18, tað sama sum Parvarim, 2 Kong 23,11. Merkingin ógreið.

Parvarim

sí Parbar.

páradís

tað sama sum urtagarðurin Eden, t.d. 1 Mós 2,8; orðið er úr persiskum. Í Nýggja Testamenti lýsir tað himmiríki, hagar tey frelstu koma.

páskaoffur

sí hátíðaroffur undir offur.

páskir

sí hátíð.

pengar og vekt

Sligið og myndað gjaldoyra var ikki vanligt fyrr enn u.l. ár 400 f. Kr. Frammanundan varð goldið við kopari, silvuri og gulli eftir vekt, smb. sekel komið av hebráiskum shakal = "viga", sí t.d. 1 Mós 23,16. Í Nýggja Testamenti hava fólk meira um at halda, tá ið tey nýta rómverskar og grikskar pengar. Sum nú er, skiftir pengavirðið alla tíðina, tí er óhóskandi at rokna pengar í Bíbliuni um til okkara pengar. Sum grundarlag at meta um pengavirði, kann verða nevnt, at 50 siklar í silvuri vórðu goldnir fyri ein homer (u.l. 400 l) av sáðkorni - byggi, 3 Mós 27,16, og at ein sea (u.l. 13 l) av hveitimjøli kostar ein sikul, somuleiðis tvær seur av byggi, 2 Kong 1.16. Í Nýggja Testamenti fær bønarmaður 1 denar um dagin, Matt 20,2.

beka = 1/2 sikul (u.l. 5 1/2 g), 2 Mós 38,26.

dárikur persiskur gullpengi, 1 Krýn 29,7.

denarur rómverskur pengi, sama virði sum grikska drakman, Matt 20,2.

drakma = 1/2 dárikur, Ezra 2, 69. Í Luk 15,8 er drakma grikskur silvurpengi, vigar u.l. 4 g.

gera = 1/20 part sikul (gott og væl 1/2 g), 3 Mós 27,25.

kesiti ber ikki til at seta virðið neyvt, 1 Mós 33,19.

mina = 100 grikskar drakmur ella 50 siklar (u.l. 700 g), Ezek 2,69.

oyra í Mark 12,42 rómverskur koparpengi, tað sama sum 1/2 skillingur.

pund vekteind sama sum rómversk litra (u.l.330 g) Jóh 12,3. Sum pengaeind = mina, Luk 19,13.

sikul vekteind = 20 gerur (u.l. 11g), 2 Mós 38,24. Sum pengaeind = 1/20 part dárik, Neh 5,15.

skillingur í 1 Sám 2,36 tikið upp aftur eftir hebráiskum orðaljóði, kanska ikki ávíst peiningavirði, merkir kanska "ein pengi". Í Matt 10,29 og í Luk 12,6 er skillingur tað sama sum ein rómverskur koparpengi = 1/10 drakma.

smápeningur í Mark 12,42 og í Luk 21,2 minsti rómverski pengi.

stater grikskur silvurpengi = 4 drakmur, Matt 17,27.

talent = 3000 siklar = 60 minur (u.l. 50 kg), 2 Mós 38,24-25.

pílagrímshátíð

sí hátíð.

pretar og kretar

sí kretar og pletar.

profetur

orðið er úr grikskum og merkir "ein, ið profeterar, kunnger" okkurt. Profeturin boðaði vilja Guðs. Eisini í kánaneiska átrúnanum vóru profetar, sum profetarnir í Gamla Testamenti vóru ímóti, sí t.d. 1 Kong 22. Í Nýggja Testamenti eru eisini summir, ið standa fyri kirkjuliðunum, profetar, t.d. 1 Kor 12,28; Ef 4,11.

proselytur (trúskiftingur)

orðið er úr grikskum og merkir, ein, sum ikki er Jødi, og tó av heilum huga hevur tikið við jødisku trúnni og bundið seg at halda alla Móselógina, eisini at lata seg umskera. Sí eisini gudrøkin.

pund

sí pengar og vekt.

purin

sí hátíð.

Pætur

fremstur av teimum tólv ápostlunum; navnið merkir "klettur", Matt 16,18. Kefas á árameiskum merkir eisini klettur.

Føroyska Bíbliufelagið © 2014
Giljavegur 32
FO-360 Sandavágur
T-post: gunnar@biblia.fo
Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media
Tilmelda til tíðindabræv