ábib sí tíðarrokning.
Lurta
9 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
ábib
ábib sí tíðarrokning.
Ápollýon
sí Abbadon.
ápostul
grikskt = "sendiboð" (frá Guði ella Jesusi Kristi) at boða kristna evangeliið og seta á stovn kirkjulið, ikki altíð lærusveinur.
Áram
Áram í Gamla Testamanti eitur landið norðan fyri Palestina Áram. Nú eitur hetta landið Sýria. Árameiskt mál, nær skylt við hebráiskt, var vanligasta talumálið og skriftmálið í Palestina. Sí eisini Sýria.
Árábia
Árábia land eystan fyri og sunnan fyri Palestina. Í Nýggja Testamenti ráddu nabátar í Árábia.
Ásia
Rómverskur landspartur vestarlaga í Lítlu Ásiu. Efesus var sæti hjá landshøvdinganum; skal ikki verða mistikið við heimspartin Ásia.
Ásjera
Kánaneisk gudinna fyri fruktbari. Ásjera er tann sama sum Astarte í sambandi við Báal. Ásjerustólpar vórðu reistir henni til heiðurs, teir ímynda kanska lívsins træ. Ásjera varð dýrkað á altarum og í halgidómum. Ásjerudýrkanin ávirkaði summi skifti ísraelsku gudsdýrkanina, t.d. 1 Kong 15,13.
ásýnd
útsjónd, skap
Ázazel
Oyðimarkarandi. Geitarbukkur varð sendur honum út í oyðimørkina sáttargerðardagin mikla. Sí sáttargerðardag undir hátíð. |