Sí tíðarrokning.
Lurta
10 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
dagur
Sí tíðarrokning.
Dágon
Gudur Filista, standmynd av honum stóð í templinum í Ásdod, 1 Sám 5,2-5. Helst hevur Dágon verið fruktbarisgudur. Navnið Dágon sipar til hebráiska orðið dagan = "korn".
dárikur
Sí pengar og vekt.
Dekapolis
Grikskt = "tíggju-staðurin; av fyrstan tíð samgonga við tíggju staðum, serstakliga eystan fyri Genesaret vatn og ánna Jordan.
demon
Tað sama sum andi ella óreinur andi, illir andar fingu ofta skyldina fyri sjúkur og vanlukkur; høvdingi teirra var Beelsebul. Sí eisini djevulin.
denarur
Sí pengar og vekt.
djevulin
Komið av grikskum diabolos = "ákæri", sí Opb 12,10. Í Nýggja Testamenti sama vera sum í Gamla Testamenti verður nevnd Sátan. Sí eisini Beelsebul.
dómari
Í Dómarabókini (bókini um dómararnar) heiti á undangongumonnum, áðrenn kongsvaldið varð grundað. Teir høvdu valdið á ísraelskum ættargreinum og ættflokkum bæði í politiskum og løgfrøðiligum málum.
drakma
Sí pengar og vekt.
drykkjuoffur
Sí offur. |