• Framsíða
  • Les Bíbliuna
  • Um Bíbliuna
  • Um okkum
  • Tilfeingi
  • Forlag
  • Myndasavn
  • Samskifti
  • ©Upphavsrættindi
  • Soleiðis varð Bíblian til
  • Søgan um Mary Jones
  • Bíblian á føroyskum
  • Orðafrágreiðingar
  • Greinar
    • Eg vil vaka yvir orði mínum
    • Hví nýtist okkum Bíbliuna
  • Brellbitar úr NT og GT
  • Hetta søgdu teir um Bíbliuna
Lurta
10 úrslit funnin

Orðafrágreiðingar

  • A
  • Á
  • B
  • D
  • E
  • F
  • G
  • H
  • Í
  • J
  • K
  • L
  • M
  • N
  • O
  • P
  • R
  • S
  • T
  • U
  • V
  • Ý
  • Æ
  • Ø
dagur

Sí tíðarrokning.

Dágon

Gudur Filista, standmynd av honum stóð í templinum í Ásdod, 1 Sám 5,2-5. Helst hevur Dágon verið fruktbarisgudur. Navnið Dágon sipar til hebráiska orðið dagan = "korn".

dárikur

Sí pengar og vekt.

Dekapolis

Grikskt = "tíggju-staðurin; av fyrstan tíð samgonga við tíggju staðum, serstakliga eystan fyri Genesaret vatn og ánna Jordan.

demon

Tað sama sum andi ella óreinur andi, illir andar fingu ofta skyldina fyri sjúkur og vanlukkur; høvdingi teirra var Beelsebul. Sí eisini djevulin.

denarur

Sí pengar og vekt.

djevulin

Komið av grikskum diabolos = "ákæri", sí Opb 12,10. Í Nýggja Testamenti sama vera sum í Gamla Testamenti verður nevnd Sátan. Sí eisini Beelsebul.

dómari

Í Dómarabókini (bókini um dómararnar) heiti á undangongumonnum, áðrenn kongsvaldið varð grundað. Teir høvdu valdið á ísraelskum ættargreinum og ættflokkum bæði í politiskum og løgfrøðiligum málum.

drakma

Sí pengar og vekt.

drykkjuoffur

Sí offur.

Føroyska Bíbliufelagið © 2014
Giljavegur 32
FO-360 Sandavágur
T-post: gunnar@biblia.fo
Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media
Tilmelda til tíðindabræv