hebráiskt = "Harranum lovi". Í ísraelsku gudsdýrkanini rópaðu tey "Harranum lovi", t.d. í Sl 105-107.
Lurta
30 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
Halleluja
hebráiskt = "Harranum lovi". Í ísraelsku gudsdýrkanini rópaðu tey "Harranum lovi", t.d. í Sl 105-107.
Harmageddon
á hebráiskum = "Megiddo fjall". Har stóðu teir á varðhaldi og sóu oman yvir strandarslættlendið og Jizreelfløtuna. Eftir Dómarabókini 5,19 og 2 Kong 23,29-30, stóðu fleiri bardagar har. Í Harmageddon í Opb 16,16 verður sipað til, hóast ikki verður sagt hvar, at orrusta skal standa í seinastu tíðum.
harpa
sí ljóðføri.
Harrin
í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jave, stytt Jah, Jahu. Jødar vildu ikki nevna Guðs navn, tí teir óttaðust Guð, tí lósu teir Jave sum adonaj. Tí verður Jave týtt sum "Harrin". Í griksku týðingini týddu teir Jave til "Harrin", tí verða í Nýggja Testamenti bæði Guð og Jesus nevndir Harrin.
hátíð
Hátíð er vikuhátíð og mánaðarhátíð, eisini hátíðir ávísa árstíð, sí tíðarrokning. Hátíðir kundu hava uppruna sín í t.d. bygdasamfeløgum, men nakrar gjørdust, sum frá leið, tempulhátíðir í Jerúsalem, har nógv fólk kom saman. Tempulhátíðin broyttist, og mangt varð lagt út øðrvísi.
aldinhátíð sama sum leyvskálahátíð, aldinhátíð, sum varð hildin um ársskiftið, (sí tíðarrokning), 2 Mós 23,16. Hvørt húski helt hesar hátíðir saman við ætt og vinum.
hátíð hinna ósúrgaðu breyða varð hildin 7 dagar frá 15. degi í 1. mánaði, (sí tíðarrokning), 3 Mós 23,6. Tá skuldu øll eta ósúrgað breyð til minnis um burturferðina úr Egyptalandi, sí 2 Mós 12, 15- 20. 33-34. Av fyrstantíð varð hon hildin, tá ið teir høvdu skorið korn (bygg). Seinni, tá ið páskahátíðin endaði, gjørdist hon pílagrímshátíð í templinum í Jerúsalem. hveitiskurðarhátíð er bara í 2 Mós 23,16, sama sum vikuhátíð.
hvítusunna "pinsa" av grikska orðinum pentekoste = "50. (dagurin)" eftir páskir, sí 5 Mós 16,9-10. Í Nýggja Testamenti dagurin, tá ið heilagi andin kemur yvir ápostlarnar, sí Áps 2. Sí eisini vikuhátíð.
leyvskálahátíð varð hildin sjey dagar frá 15. degi í 7. mánaði (sí tíðarrokning), 3 Mós 23,39-43, eftir heystskurð (tá ið vínberini og oljuberini vórðu heystað), sí heystskurðarhátíð). Navnið kemur av tí, at meðan tey heystaðu, búðu tey í leyvsmáttum. Seinni gjørdist henda hátíð tempulhátíð, tá gjørdi fólkið pílagrímsferð til Jerúsalem, 5 Mós16,16 (sí pílagrímshátíð), og leyvskálarnir eru sum minni um ferðina í oyðimørkini, 3 Mós 23,43.
mánaðarbyrjan ella sólkomudagur ofta nevnd saman við sabbatsdegi, t.d. 2 Kong 4,23. Fólk hildu sólkomudagin heima hjá sær sjálvum við góðari máltíð, 1 Sám 20,27; men eisini fóru tey niðan í halgidómin at ofra sólkomudagin (sí mánaðarbrennioffur undir offur) og at blása í lúður, 4 Mós 10,10.
páskir av hebráiska orðinum pesach , ivaleyst = "fara um", sí 2 Mós 12,13, vórðu hildnar 14. dagin í 1. mánaði (sí tíðarrokning). Upprunaliga helt hvørt húski sær páskir, sí 2 Mós 12,3-4, sum heysthátíðirnar; men seinni gjørdust páskirnar tempulhátíð, tá fóru tey pílagrímsferð til Jerúsalem, 5 Mós 16,16 (sí pílagrímshátíð). Páskir vórðu hildnar til minnis um burturferðina úr Egyptalandi, 2 Mós 12, 14 og 5 Mós 16,1. Jesus var krossfestur og reis upp á páskum.
pílagrímshátíð ikki serskild hátíð, men felagsheiti fyri páskir, vikuhátíð og leyvskálahátíð, tá fóru tey pílagrímsferð til Jerúsalem, sí Sl 42,5 og "pílagrímsferðarsangirnar" Sl 120-134.
purim av persiska orðinum pur = "lutakast", varð hildin 14.-15. ádar (sí tíðarrokning) til minnis um, at Jødarnir í Persia vórðu bjargaðir undan at verða týndir, Est 9,26.
sabbatur av hebráiska orðinum shabat = "hvíld", t.d. 2 Mós 20,11. Upprunaliga er sabbatsdagurin óivað dagurin, tá ið fullmáni er, smbr. at í Gamla Testamenti er hvíludagurin ofta nevndur saman við sólkomudegi, t.d. 2 Kong 4,23. Seinni gjørdist hann seinasti dagur í viku (sí tíðarrokning), og hvíludagur burturav, sí t.d. Neh 13,15-23. Sum frá leið, fóru tey kristnu at halda sunnudagin, dagin, tá ið Jesus reis upp, "Harrans dag", sum hvíludag, Opb 1,10, fyrsta dag í viku. Áps 20,7; 1, Kor 16,2.
sáttmáladagurin varð hildin 10. dagin í 7. mánaði, sí tíðarrokning, 3 Mós 23,27-31, tá komu fólk saman, hildu hátíð og føstu. Hesir halgisiðir eru nágreiniliga lýstir í 3 Mós 16; henda dagin skuldi fólkið fáa fyrigeving fyri syndir sínar, Sí eisini Ázazel.
tempulvígsluhátíð varð hildin til minnis um, at gudsdýrkanin í templinum í Jerúsalem varð tikin upp aftur í árinum 165 f. Kr. Tempulvígsluhátíðin verður ikki nevnd í Gamla Testamenti, ikki fyrr enn í Nýggja Testamenti, Jóh 10,22. Sí hvíludagur. várfjall t.d. 1 Sám 25,4; er tað sama sum heysthátíðirnar; men varð ongantíð hildin sum tempulhátíð. vikuhátíð varð hildin 7 vikur eftir páskir, 5 Mós 16,9-10, fyri hveitiskurðin, sí hveitiskurðarhátíð. Av fyrstantíð varð hon hildin staðbundin víða um í landinum. Seinni gjørdist hon tempulhátíð, tá fór fólkið pílagrímsferð til Jerúsalem, 5 Mós 16,16 (sí pílagrímsferð). Sí eisini hvítusunna.
hátíð hinna ósúrgaðu breyða
sí hátíð.
hátíðaroffur
sí offur.
hátíðin
tá ið templið varð vígt aftur sí tempulvígsluhátíð undir hátíð.
hátíðin, tá ið templið varð vígt aftur
sí tempulvígsluhátíð undir hátíð.
Hebreari
í Bíbliuni næstan altíð Ísraelsmaður; í Áps 6,1 um Jødar, ið talaðu hebráiskt, sí eisini Hellenistur.
heitoffur
sí offur.
helheimur
á hebráiskum sheol, á grikskum Hades; í helheimi savnaðust tey deyðu undir jørðini, soleiðis var ísraelsk og griksk mannahugsan. Helheimur varð lýstur sum myrkursins og gloymskunnar staður, og har livdu tey deyðu eitt skuggalív; men Guð hevur eisini valdið í deyðsríkinum og kann bjarga menniskjunum úr tí. Trúgvin á uppreisn frá deyðum er lýst í Jes 26,19 og í Dán 12,2, hjá Farisearunum og í Nýggja Testamenti. Sí eisini helviti.
Hellenistur, Jødi
ið talar grikst, býr í Jerúsalem ella aðrastaðni í Palestina. Sí eisini Hebreari.
Helviti
í Nýggja Testamenti ólíkt helheimi, tí talan er um revsingarstað og pínustað. Hagar fóru bara syndarar, t.d. heidningar; men hini, ið doyðu, fóru ikki hagar. Sí eisini Hinnomsdalur.
Hermes
í griksku gudalæruni sendiboð og talsmaður gudanna.
Heródesarmaður
maður í flokki Heródesar; verður bara nevndur saman við Farisearum, og vórðu teir nevndir eftir Heródesi Mikla. Heródesarmenn vildu fáa sjálvstýri frá Rómverjum.
hin
sí mál.
Hinnomsdalur
ella dalur Hinnomssonar, dalurin í útsynning og í sunnan úr Jerúsalem. Í Hinnomsdali ofraðu tey Moloki synir og døtur sínar, Jer 32,35, tí gjørdist dalurin andstyggiligur, so hebráiska heitið í avskeplaðum grikskum líki gehenna gjørdist helviti, t.d. Matt 5,22.
homer
sí mál.
horn
1. ímyndar styrki sum horn á tarvi. Horn altarsins, 2 Mós 27,2, ímyndar máttin í horninum, t.d. 1 Kong 1,50. 2. lúður av veðrahorni, sí ljóðføri.
Hosianna
hebráiskt = "gev tú tá frelsu!" Sl 118, 25. Í Nýggja Testamenti fagnaðarróp, t.d. Matt 21,9.
húsgudur
gudamynd hjá húskjum. Upprunaliga í kánaneiska átrúnanum; men sníkti seg líðandi upp í gudsdýrkan Ísraelsmanna. Húsgudar vórðu bannaðir og skýrdir sum avgudadýrkan, 2 Kong 23,24. Húsgudurin var sum oftast lítil standmynd, sí 1 Mós 31,34. Onkur var tó fulla manshædd, sí 1 Sám 19,13.
hveitiskurðarhátíð
sí hátíð.
hvíldarár
sjeynda hvørt ár; tað árið skuldi hvørki verða sáað ella heystað í Palestina, sí 3 Mós 25, 1-7.
hvíludagsbrennioffur
sí offur.
hvíludagsgongd
sí mál.
hvíludagur
sí hátíð.
hvítusunna
sí hátíð.
høvuðsprestur
undan útlegdini í Bábylonia hægsti prestur í templinum í Jerúsalem. Eftir útlegdina gjørdist høvuðspresturin oddamaðurin, eisini í politikki. Høvuðspresturin skuldi vera av Árons ætt. Í Hebr er Jesus lýstur sum høvuðsprestur í nýggja sáttmálanum. Hebr 2,17 og 8,1-13.
høvuðssæti
partur í landspartinum Makedónia, í Nýggja Testamenti var Makedónia skift sundur í fýra partar. Filippi var høvuðssæti í Makedónia. |