árameiskt = "harri". Varð brúkt, tá ið talað varð á ein skriftlærdan, t.d. Jóhannes doyparan og Jesus.
Lurta
10 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
rabbi, rabbuni
árameiskt = "harri". Varð brúkt, tá ið talað varð á ein skriftlærdan, t.d. Jóhannes doyparan og Jesus.
Raifan
assýriskur stjørnugudur. Í Ámosi 5,26 eitur hann Kevan.
Raka
háðandi árameiskt skemdarorð, Matt 5,22.
ráðið
Matt 5,22, var í Jerúsalem. Hægsti myndugleiki hjá Jødum, meðan teir vóru undir rómverska valdinum, sum skerdi heimildirnar hjá ráðnum. Í ráðnum vóru 71 limir, høvuðspresturin var hægstur. Einki ráð var í teirri tíðini, sum Gamla Testamenti veit at siga frá.
Ráhab
frumaldar havdreki, sum Guð Ísraels vann á, Job 9,13; 26,12; Sl 89,11. Heitið Ráhab verður ofta brúkt um Egyptaland, Sl 87, 4; Jes 30,7; 51,9. Sí eisini Livjatan.
reiggja, reiggjan
ofrið skuldi viðhvørt verða reiggjað "frammi fyri Harranum", t.d. 2 Mós 29,24, ivaleyst vígslugerð, sí offur.
Rekabitar
eftirkomarar Jónadab Rekabssonar, 2 Kong 10,15. Um tað mundið, tá ið Jeremia var uppi á døgum, hildu Rekabitar fast við oyðimarkar tjaldlívið fram um býarmentanina, Jer 35.
Rimmon
árameiskur gudur, 2 Kong 5,18, kanska tann sami sum Hádad. Bæði nøvnini eru í samansettum árameiskum kongsnøvnum.
roykilsisoffur
sí offur.
roykoffur
sí offur. |