Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 114
v1 Tá úr Egyptalandi Ísrael fór, Jákups hús frá fólkinum við fremmandum máli, v2 varð Júda halgidómur hans, og Ísrael ríki hans. v3 Havið sá tað og flýddi, Jórdan hevði seg burtur. v4 Fjøllini lupu sum veðrar, brekkur sum ungir hjørtir! v5 Hvat bagir tær, hav, at tú flýggjar, og Jórdan, at tú hevur teg frá? v6 Hví leypa tit, fjøll, eins og veðrar, tit brekkur sum ungir hjørtir? v7 Fyri Harrans ásjón skelvi tú, jørð, fyri ásjón Jákups Guðs! v8 Hann sum umskapar bergið til vøtn, harða klettin til keldur!