Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 149
v1 Halleluja! Syngið Harranum nýggjan song, lov hans í samkomu dýrkara hans! v2 Ísrael gleðist yvir skapara sínum, synir Zions fegnist yvir kongi sínum! v3 Teir skulu navni hans lova við gleðidansi, leika fyri honum á bumbu og hørpu! v4 Tí at Harrin hevur tokka á fólki sínum, hann teir kúgaðu prýðir við sigri. v5 Guðs dýrkararnir fegnist við æru, rópi fagnaðarróp á legum sínum! v6 Teir havi lovsong til Guð á munni, og tvíeggjað svørð í hondum! v7 Til tess at gera á heidningunum hevnd og revsing fólkanna millum, v8 til tess at binda kongar teirra við fjøtrum, edilingar teirra við jarnbondum, v9 og útinna yvir teir skrivaðan dóm; ein sómi er hetta øllum dýrkarum hans! Halleluja!