Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 25
v1 Av Dávidi. Til tín, Harri, lyfti eg mína sál, Guð mín, eg líti á teg. v2 Lat meg ei verða til skammar, lat ei fíggindar mínar fegnast av mær. v3 Ei verða teir sviknir, ið bíða tín, men teir trúleysu venda tómhentir aftur. v4 Kenn mær, Harri, tínar vegir, kunnar ger mær leiðir tínar. v5 Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg, tí tú ert frelsunnar Guð mín, og eftir tær allan dagin eg bíði. v6 Minst á, Harri, miskunn tína og tína náði, tí frá fyrndartíðum tær eru. v7 Minst ikki ungdómssyndir mínar og míni misbrot, minst til mín eftir náði tíni, fyri góðsku tína, Harri. v8 Góður og rættvísur er Harrin, tí hann syndarum vísir rættan vegin. v9 Hann eyðmjúkar letur ganga við rætti, hann eyðmjúkar veg sín lærir. v10 Allar Harrans leiðir eru kærleiki og trúskapur fyri teimum, ið halda sáttir hans og boð hans. v11 Fyri navns tíns sakir, Harri, fyrigev mær mína synd, tí hon er stór. v12 Um maður óttast Harran, so vísir hann honum tann veg, hann skal velja. v13 Sál hans í sælu skal búgva, og hans eftirmenn skulu fáa landið í ogn. v14 Harrin hevur samlag við teir, ið hann óttast, fyri at kunngera teimum sáttarmál síni. v15 Eygu míni javnan líta til Harrans, tí hann loysir fót mín úr snerru. v16 Vend ásjón tíni til mín og náða meg, tí einsamallur eg eri og eymur. v17 Neyðir hjarta mínum níva; hjálp mær út úr mínum trongdum! v18 Hygg at eymd míni og møði; fyrigev mær allar syndir mínar! v19 Hygg hvussu mangir mínir fíggindar eru, teir hata meg við óðum hatri. v20 Varðveit mína sál og bjarga mær; lat meg ei verða til skammar, tí mítt álit er til tín. v21 Lat sakloysi og rættlæti meg varða, tí tín eg bíði. v22 Loys, Guð, Ísrael út úr øllum tess trongdum!