Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 57
v1 Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam, tá ið hann flýddi undan Sáuli inn í hellið. v2 Náða meg, Guð, náða meg, tí sál mín leitar at tær! Eg søki skjól undir skugga veingja tína, til tess at ólukkan er av. v3 Eg kalli á Guð, á hin hægsta, á Guð, ið ger væl móti mær! v4 Hann vil senda av himni og hjálpa mær og gera til skammar teir, ið meg hata. Sela. Guð vil senda miskunn sína og trúskap. v5 Millum leyvur eri eg staddur, millum algoystar menn, tenn teirra eru spjót og ørvar, tungur teirra eru hvassir brandar. v6 Reis teg, Guð, í hátign á himni! Um alheimin veri tín dýrd! v7 Garn hava teir spent fyri fetum mínum, teirra egni fótur skal verða heftur harí. Grøv hava teir grivið framman fyri mær, teir sjálvir skulu falla harí. Sela. v8 Trygt er hjarta mítt, Guð, trygt er hjarta mítt, syngja eg vil og leika. v9 Vakna sál mín! Vakna harpa og saltur! Eg morgunroðan vil vekja! v10 Fólkanna millum eg vil tær lova, blant fólkasløg eg vil um teg syngja; v11 tí til himna upp røkkur tín miskunn, til skýggja trúfesti tín! v12 Reis teg, Guð, í hátign á himni! Um alheimin veri tín dýrd!